Føroya Pedagogfelag
???????????????????
Tað er undrunarvert at hoyra og lesa, at ein serstakur ráðgevandi arbeiðsbólkur - settur av Tórshavnar kommunu - leggur uppskot fyri Tórshavnar Kommunu um at herða reglurnar fyri nær starvsfólkini kunnu fara til jarðarferð ella lækna í arbeiðstíðini.
Hetta er fyri tað fyrsta greitt ein samráðingar spurningur - Felagið hevur júst enda samráðingarnar - ikki eitt orð varð grett undir samráðingunum um at hetta var ein trupulleika. - Hetta hevur verið siðvenja og harvið ein rættur hjá limum felagsins, ið arbeiða hjá Tórshavnar kommunu.
Eitt annað er, at slíkir spurningar skulu leggjast fyri álitisfólkini á ymsu stovnunum - so her er eisini greitt brot á álitisfólkaavtaluna.
Felagið hevur ongantíð frá nøkrum stovni hoyrt um at henda aldargamla før-oyska siðvenja er ella hevur verið ein trupulleiki.
Felagið tekur fult undir við úttalilsinum hjá formanninum í Starvsmannafelagnum í Dimmu d.d.