Arbeiðið at fyrireika byggingina av einum nýggjum skipið til suðuroyarsiglingina gongur rættiliga væl.
Nevndin, sum fyrireikar byggingina hevur havt fund hvønn týsmorgun nú í eina tíð.
Og nú er arbeiðið komið heilt væl áleiðis, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni.
Hann sigur nevndin, sum fyrireikar arbeiðið er komið so mikið langt, at hon er í veruleikanum við at leggja síðsta hond á verkið nú.
? Vit hava júst nú biðið útlendsk feløg gera ymsar útrokningar um, hvat skipið fer at kosta.
Strandfeðrslan hevur biðið meiri enn eitt felag um hesar kostnaðarmetingarnar fyri at kunna samanbera tølini.
Liðug í september
Reidar Nónfjall sigur, at hendan nevndin, sum fyrireikar byggingina, hevur sett sær fyri at verða liðug við arbeiðið í september.
? Tá hava vit sett okkum fyri at frágreiðingin skal vera skrivað og at vit skulu verða klár at bjóða projekteringsarbeiðið út, sigur hann
? Men talan er um eitt stórt projekt, so tað fara helst at ganga einir tveir, tríggir mánaðir, áðrenn tað verður greitt hvør skal projektera hana.
? Sjálv ferjan verður helst ikki liðug projekterað fyrrenn í mars mánaða.
Síðani skal útbjóðingartilfar gerast og sendast út til skipasmiðjurnar.
? So tað verður ikki fyrrenn í apríl, ella mai, at vit vita, hvør fær arbeiðið at byggja hana.
? Aftaná tekur tað so eina tíð at gera byggisáttmálan.
Men samanumtikið sigur Reidar Nónfjall, at hann hevur heilt góðar vónir um, at sjálv byggingin kann byrja í seinnu helvt í komandi ári.
Men, hvussu long byggitíðin er, veldst alt um, hvør skipasmiðja verður valt.
? Tað finnast ógvuliga framkomnar skipsmiðjur, sum byggja skjótt, so verður ein slík skipasmiðja vald, tekur arbeiðið ikki fleiri ár, sigur Reidar Nónfjall.
Almennan fund
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at hann kundi hugsa sær at hildið ein almennan fund í Suðuroynni, har úrslitið av arbeiðnum hjá fyrireikingarnevndini verður lagt fyri suðuroyingar.
?Á tí fundinum verður lagt fyri suðuroyingar, hvussu tann nýggi Smyrli eftir ætlan fer at síggja út.
? Á tí fundinum fara vit at gjøgnumganga byggiætlaninina og at leggja høvuðsniðurstøðurnar.
? Men so fáa teir eisini høvi til at síga sína hugsan og at gera sínar viðmerkingar til ætlanina
Strandferðslustjórin sigur, at tað kundi verið hóskandi at havt ein slíkan fund í sambandi við, at fyrireikingarnevndin endar sítt arbeiðið.
Tað vil siga, at líkt er til, at fundurin verður einaferð í september.
Reidar Nónfjall vil ikki enn siga nakað um, hvat tað er fyri skip, suðuroyingar fáa.
? Vit eru mitt í eini viðgerð og tað arbeiðsgongdina er tað ikki rætt at órógva.
Men spurdur um á hvørjum støðið tað nýggja skipið liggur afturímóti Smyrli, sigur hann, at tað er heilt greitt, at fyrireikingarnevndin hevur arbeitt útfrá tí setningini, at tað nýggja suðuroyarskipið skal vera eitt framstig, samanborið við Smyril, sum nú er.
? Tað er ongin ivi um tað, leggur hann afturat.
? Tað er heilt greitt, at dygdin skal vera ílagið, tí hetta er ein íløga sum skal halda, og nøkta tørvin eini 15-20 ár fram í tíðina, sigur stjórin á Strandeferðsluni.
Onkur hevur nevnt, at tað rættasta hevði verið at fingið ein katamaran at røkt suðuroyarsiglingina?
? Spurningurin um at hava katamaran at røkja suðuroyarsiglingina, verður eisini í høvuðsheitum nevndur í frágreiðingini hjá okkum, sigur Reidar Nónfjall.