Nýggi landsstýrismaðurin tók eina skjóta avgerð

Jacob Vestergaard er eitt óskrivað blað í fiskivinnuni, men tað heldur hann er meiri ein styrki enn ein veikleiki, nú hann skal verða landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Nýggjur landsstýrismaður

Tá ið fólkaflokkurin spurdi Jacob Vestergaard á Økrum, um hann hevði hug at átaka sær starvið sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum eftir Jørgen Niclasen, brúkti hann ikki langa tíð um at umráða seg.
Hann hevði ikki brúk fyri so drúgvari umhugsunartíð, tí tað hevur fyrr verið upp á tal, at hann skuldi verða landsstýrismaður fyri fólkaflokkin.
? Tá ið samgongan varð skipað eftir løgtingsvalið fyri einum ári síðani, varð møguleikin umrøddur at fólkaflokkurin skuldi fáa sær landsstýrismann úr Suðuroynni. Eisini tá varð eg spurdur um eg hevði hug til starvið, skuldi tað follið soleiðis út, og tað játtaði eg.
Sostatt hevði eg longu gjørt mær greitt, hvørja støðu eg hevði til hetta starv og tí varð ikki brúk fyri so drúgvari tíð at umráða seg í hesuferð.
Hann sigur eisini, at hann hevur verið greiður yvir í eina tíð, at hann hevur verið eitt landsstýrisevni hjá fólkaflokkinum, nú eftirmaðurin hjá Jørgen Niclasen skuldi finnast.
Men hann endaliga tilboðið fekk hann týskvøldið og tá tók hann av.
Nú hann verður landsstýrismaður, ætlar hann ikki at flyta til Havnar.
?Men tað er eisini greitt, at tað verður ov strævið at ferðast ímillum hvønn dag, so eg noyðist helst at finna mær okkurt at búgva í í Havn.
Men vikuskiftini ætlar hann at verða á Økrum saman við húskinum í tann mun tað yvirhøvur ber til.
Hann leggur afturat, at hóast hann hevur áhuga fyri politikki, hevur hann eisini onnur áhugamál. Eitt teirra er sum hjá so mongum úti á bygd: Seyðurin og tað frítíðarítrivið ætlar hann ikki at sleppa fyri tað, at hann er blivin landsstýrismaður. Men nú kemur tað í størri mun enn áður at hanga á hinum í húskinum at passa seyðin til dagligt.

Fer at lurta eftir vinnuni
Jacob Vestergaard hevur altíð verið fólkafloksmaður og tað hevur hann fingið inn við móðurmjólkini, sigur hann.
?Eg eru frælslyntur av hugsjón og eg taki undir við sjálvstýrispolitikkinum so hjá mær er ongin ivi um, hvar eg hoyri heima, sigur hann.
Men fiskivinna er ikki júst tað, tú hevur fingist mest við?
Nei, tað er tað ikki. Men eg haldi ikki, at tað er nakað bági. Tvørturímóti vænti eg, at tað verður ein styrki í mínum starvi sum landsstýrismaður.
? Tað eru leikfólk, sum fáast við politikki, bæði í løgtingið og í Landsstýrið. Upgávan hjá einum politikara er at brúka vanligt vit og skil. Serfrøðingarnar á tí málsøki, hann umsitur, hevur hann í umsitingini, har fakligi kunnleikin er, sum politikarin hevur at styðja seg til. Útfrá metingum og tilráðingum frá eini fakligari umsiting og ikki minst frá vinnuni sjálvari, skal politikarin so taka eina avgerð úfrá vanligum viti og skili við støði í tí politiska baklandi sum er.
Tvørturímóti metir Jacob Vestergaard, at tað kann vera ein fyrimunur og ein styrki, at hann ikki hevur verið uppí í fiskivinnuni.
?Tað ger, at eg havi ongar bindingar og ongar fordómar, nú eg taki við starvinum, um ein kann málbera so og tað haldi eg er ein styrki, tí eg fari til arbeiðis uttan at nakað tilknýti til ávísar bólkar í fiskivinnuni.
Men hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at politikarar lurta væl eftir vinnuni og tað ætlar hann sær avgjørt at gera.
Annars hevur hann royndir úr kommunalpolitikki og ikki minst hava hesi bæði árini sum formaður í Føroya Kommunufelag givið eina virðismikla barlast, tí hóast hann er eitt óskrivað blað í fiskivinnuni, kennir hann eitt sindur til tað politisku verðina.

Ov tíðliga
Annars heldur nýggi landsstýrismaðurin, at tað er nakað tíðliga at siga nakað um, hvat hann serliga fer at leggja dent á í sínum nýggja starvi.
Men hann sigur, at hann tekur fult undir við samgonguskjalinum. Hann tekur eisini undir við økismenningarpolitikkinum hjá samgonguni og hann heldur avgjørt, at vit eiga at skipa so fyri, at fiskivinnan eisini kann verða úti um landið.
?So hóast hann tekur undir við, at vinnan skal klára seg, uttan almennan stuðul, heldur hann eisini, at tað er ein spurningur um at geva øllum sama møguleika at virka í vinnuni.
?At stuðulin til fiskivinnuna er tikin av, hevur víst seg at hava ógvuliga gagnliga ávirkan, men fyri tað er tað ein spurningur, um vit ikki eiga at gera skipanir, so at øll hava sama møguleika at virka í vinnuni, uttan at hann enn kann siga, hvussu tað skal gerast.
Men sum formaður í Føroya Kommunufelag legði hann alstóran dent á rættin hjá teimum lítlu kommununum úti um landið og hann heldur fast við, at tað er ein avgjørdur fyrimunur, at búsetingarmynstrið verður varðveitt so, at fólk býr um alt landið og tí eiga vinnuligir møguleikar eisini at vera um alt landið.
Annars heldur hann, at tað kann vera sunt við útlendskum pengum í fiskivinnuni, men vit eiga avgjørt at ansa eftir, at føroyingar ikki missa ræðisrættindini á okkara høvuðsvinnu.
Samstundis heldur hann, at tað skal bera til at keypa og selja fiskirættindi í ein ávisan mun.
?Tað kann vera bæði fyrimunir og vansar við fríum rætti at keypa og selja fiskirættindi. Fyrimunurin kann verða ein effektiv vinna, men vansin kann vera at øll fiskirættindi savnast á nøkrum fáum hondum, har pengarnir eru, og tað er í mistaðarøkinum. Tí kann fríur rættur at keypa og selja fiskirættindi raka útjaðaran hart.
Og Jacob Vestergaard tekur avgjørt undir við, at livilíkindini úti um landið verða varðveitt, og tað er eisini hetta, sum stendur í samgonguskjalinum.

Stutt um Jacob
Jacob Vestergaard er 41 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin á Økrum. Hann tók realprógv í Vági í 1978 og studentsprógv í Hoydølum í 1981.
Eftir tað arbeiddi hann á flakavirkinum í Vági , men í 1985 fór hann til Danmarkar at læra til løgreglumann. Útlærdur í 1987, varð hann fyrst løgreglumaður í Klaksvík, men í 1990 flutti hann aftur til Suðuroyar at verða løgreglumaður og búsettust á Økrum.
Hann kom uppí kommunalpolitikk í 1984, tá ið hann varð valdur í bygdaráðið í Sumbiar Kommunu, sum fevnir um bygdirnar Sumba, Akrar, Lopra og Víkarbyrgi, men hann fór úr bygdaráðnum aftur beinanvegin, tá ið hann fór at læra til løgreglumann.
Í 1992 varð hann aftur varð valdur í bygdaráðið í Sumbiar Kommunu. Eitt gott hálvt ár seinni fór borgarstjórin, Andrias Thomsen, úr bygdaráðnum og tá varð Jacob Vestergaard valdur til borgarstjóra og tað starvið røkir hann enn.
Í 2000 varð hann valdur til formann í Føroya Kommunufelag og tað starvið røkir hann eisini enn.
Fyrstu ferð, hann varð uppstillaður til løgtingsval fyri fólkaflokkin var í 1984.
Ímeðan hann var undir útbúgving kom steðgur í, men síðani 1990 hevur hann verið fastur maður hjá fólkaflokkinum í Suðuroynni á listanum til løgtingsval og hann hevur eisini verið fólkatingsvalevni nakrar ferðir.
Hann hevur verið uppstillaður í suðuroyar valdømi og á løgtingsvalinum seinast fekk hann 85 atkvøður.
Nýtilnevndi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er giftur við Sólfríð av Tvøroyri og tey eiga fýra børn. Tey eru Jan, sum er 19 ára gamal, Rói er 13 ára gamal, Gurðið er 11 og Vár er 10 ára gomul.
Jacob Vestergaard skal nú siga størvini sum borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, sum formaður í Føroya Kommunufelag frá sær, samstundis sum hann fer at biðja um farloyvi úr starvinum sum politistur.
Jacob Vestergaard tekur við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum mánamorgunin 17. februar.