- Vegaføringin er fullkomiliga skeiv, sigur Knud Bjørk, formaður í eigarafelagnum undir Kongavarða.
Mánadagin fingu íbúgvarnir undir Kongavarða endiliga sín nýggja innkoyringarveg. Synd er tó at siga, at hann er væl móttikin. Facebook-bólkurin fyri tey, ið búgva undir Kongavarða er á tremur við atfinningum móti nýggju vegaføringini, sum onkur nevnir ein slalombakka.
Nýggja vegaføringin er lagd soleiðis, at tá ein koyrir út frá býlinginum, má ein fyrst koyra í eini lítlari undanbrekku og síðani snara niðan í eina mótbrekku. Í mótbrekkuni fær ein so víkiskyldu fyri teimum, ið koma oman frá nýggju bygningunum undir Kongavarða, sum skulu byggjast oman fyri verandi háhús. Frá krossinum skal ein so snara til vinstru og koyra í undanbrekku aftur út á Glyvursveg.
- Fyrst av øllum so er eingin ivi um, at hæddarmunurin fer at elva til trupulleikar. Eg skilji ikki, hvussu teir hava lagt hasa vegaføringina, sigur Knud Bjørk.
Hann ivast ikki í, at hetta fer at elva til ferðslutrupulleikar, serliga í vetur.
- Í hálku verða brekkurnar ein stórur trupulleiki. Kommunan gravar ikki her inni, tá tað kavar, so tað verður ein avbjóðing at sleppa úr gøtuni. Vit mugu hava ferð á, um vit skulu megna at koma niðan gjøgnum brekkuna. Tá er vandi fyri, at vit fara á glið og kanska koyra út av. Komin niðan gjøgnum brekkuna, hava vit víkiskyldu og mugu tí víkja. Tá vit so aftur skulu koyra, er vandi fyri, at vit standa føst í hálkuni, greiðir Knud Bjørk frá.
- Vit fara at hava nevndarfund um málið, so fáa vit at síggja, um vit skriva eina klagu ella okkurt líknandi, sigur Knud Bjørk.