Ónøgdur hóast hann bleiv valdur

Tað bleiv mín lutir at sita sum býráðsformaður í einum ári, har tað skuldi sparast sum sjálvdan fyrr, og tað hevur sett síni spor, heldur Dan Nielsen býráðsformaður á Tvøroyri

Býráðsformaðurin á Tvøroyri er ikki serliga væl nøgdur við kommunuvalið týsdagin.

Sjálvur var hann afturvaldur og hann gekk eisini nakrar fáar atkvøður fram í persónligum atkvøðum.

Dan Nielsen fekk 74 atkvøður hesuferð og tað er nóg mikið til at blíva annar limurin hjá samgongulistanum í býráðnum.

Men hann heldur, at listin fekk ov fáar atkvøður.

-Ein orsøk er sjálvandi, at sambandsflokkurin fór burturúr og fekk rættiliga nógvar atkvøður. Somuleiðis hevði uttanflokkalistin eitt gott val.

-Hetta hevur uttan iva ?órógvað? valið og tað hevur gjørt, at myndin er blivin eitt sindur øðrvísi, enn hon hevði undir ?vanligum? umstøðum.


Noyddir at spara

Annars heldur Dan Nielsen, at tað hevur avgjørt sett síni spor, at fíggjarligu umstøðurnar á Tvøroyri hava verið so trongar.

Hann tók við sum býráðsformaður tíðliga í ár, eftir at Páll Vang varð noyddur at leggja frá sær vegna sjúku.

Sostatt hevur hann bara sitið eitt knapt ár í tí heitasta sessinum á Tvøroyri.

-Hetta hevur verið eitt ár, sum hevur verið merkt av álvarligum sparingum, sigur Dan Nielsen.

Hann sigur, at upprunaliga hevði býráðið lagt eina fíggjarætlan, útfrá tí at saneringin kom í gildi og at kommunan ? bara? skuldi betala 11,5 milliónir í rentum og avdráttum í ár.

- Men saneringin dró út og tí vóru vit noyddir at leggja eina nýggja fíggjarætlan, har vit skuldu betala 16 milliónir í rentum og avdráttum í ár.

Harafturat hevur kommunan fingið tvær milliónir í eyka útreiðslum av tí at sosialmál eru løgd út á kommunurnar.

- Tað merkir sostatt, at vit máttu spara alt innaftur. Tí hava vit ikki fingið gjørt nakað serligt av øðrum, og hetta hevur fólkið kanska ikki viljað góðtikið.

Annars sigur Dan Nielsen, at kommunan nú hevur fingið eina góða lániavtalu, har kommunan tey næstu fimm árini skal betala millum 1 og 2 % í rentu av skuldini, sum er komin niður á 110 milliónir eftir saneringina.

Næsta ár skal kommunan betala 15 milliónir í rentum og avdráttum, men so minkar tað so líðandi. - Tá ið tey fimm árini eru farin, skyldar kommunan góðar 60 milliónir. Ein álíkning er góðar 40 milliónir, so tað verður ikki fyrren tá, at kommunan kann fara at hugsa um at gera nakað serligt á Tvøroyri.

Tó hevur kommunan sett sær fyri at gera ábøtur á skúlan næsta ár.

Dan Nielsen hevur onga meting av, hvørjir samgongumøguleikar eru.

Men bæði teir báðir býráðslimirnir á samgongulistanum, og sambandsmaðurin, hava samstarvað fyrr, so tað skuldi borið til at hildið fram. Og býráðslimurin á uttanflokkalistanum, Kristin Mikkelsen, hevur áður sitið í býráðnum fyri tjóðveldisflokkin. Dan Nielsen er eisini tjóðveldismaður.

-So tankin um eina samgongu ímillum samgongulistan, sambandslistan og uttanflokkalistan er tí kanska ikki so heilt fjarur, heldur Dan Nielsen.

Men javnaðarlistin krevur bara ein býráðslim afturat sær fyri at fáa meirilutan og tað er eisini hugsandi, at teir fáa egnt so væl, at teir fáa at manna samgongu, við antin sambandsmanninum ella uttanflokkamanninum.