Nú fekk Høgni aftur ilt í búkin!

Johan Petersen

 

Herfyri var eitt øgiligt uppstandilsi, tí nakrir næmingar á Tekniska Skúla í Tórshavn skuldu tosa danskt til eina próvtøku. Men so kom ein íslendingur og segði, at tað bilti onki og so hoyrdu vit ikki meira til tað málið. Og nú, oyggjaleikirnir vóru á Rhodos og ein hotellstjóri manglaði eina flaggstong, men var so snildur, at hann vant danska og føroyska flaggið á somu stong, bleiv alt blást upp til eina gølu. Bæði málini væl hjálpt av republic service miðlinum Kringvarpi Føroya

 

 

 

Tekniski Skúlin í Tórshavn hevur gjørt tað møguligt hjá ungum at lesa til byggi- og framleiðslutøkningar í Føroyum. Men fyri at henda útbúgving kann verða góðkend til víðari lestur uttanlanda og við tað at ongir próvdómarar eru í Føroyum, hevur skúlin gjørt tað einasta rætta, at fáa danskar próvdómarar til at døma avrikið hjá teimu ungu og soleiðis tryggja teimum, at tey kunnu fáa eitt prógv, sum er góðkent uttanlanda til víðari lestur.

 

Ein fyrimunur at tosa danskt

Men hesin møguleikin, sum tey ungu fáa, fall ikki í góða jørð hjá Høgna Hoydal, tí tey máttu tosa danskt til próvtøkuna. Hann vildi heldur, at tey skuldu tosa føroyskt til próvtøkuna og so ikki kunna nýta prógvið til víðari lestur!

Men júst tað, at tosast skuldi danskt, kann bert hava verið ein fyrimunur, tí soleiðis hava tey ungu fyrireikað seg til at kunna nýta prógvið til víðari lestur, har tað onki hjálpir at tosa føroyskt! Men tá ið ein íslendingur segði júst hetta, hoyrdu vit ikki meiri til hetta málið!

 

Føroyska og danska flaggið javntmett

Og so blivu oyggjaleikirnir hildnir á Rhodos. Har manglaði ein flaggstong á einum hotelli. Heldur enn ikki at flagga við føroyskum flaggi, vant hotellstjórin bæði føroyska og danska flaggið á somu stong. Sera snilt! Við hesum janvtstillaði hann føroyska og danska flaggið.

Men heldur ikki hetta toldi Høgni - hann fekk aftur ilt í búkin og reisti málið sum stórmál við fyrispurningi á Fólkatingi. Onkur miðil fekk tað til, at danski ambassadørurin á Rhodos hevði givið boð um hetta. Fyri tað fyrsta er ongin danskur ambassadørur á Rhodos, har kann hægst vera ein konsul. Og fyri tað næsta er avsannað, at nakar danskur myndugleiki hevur nakað við hesa “flagggølu” at gera. Men Høgni framtúrar í síni nationalu fávitsku, væl hjálptur at republic service miðlinum Kringvarpi Føroya.

 

Føroysir journalista lítið at sær komnir

Tað er skelkandi at lesa, hoyra og síggja føroysku miðlarnar ganga sneisaørindi fyri Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkin. Tað er neyvan dagur, at Høgni ella onkur annar tjóðveldismaður ella -kvinna ikki er at hoyra ella síggja í Kringvarpinum, har tey fáa ókeypis mikrofon uttan at nakar kritiskur spurningur verður settur. Føroysku journalistarnir áttu at verið so mikið at sær komnir, at teir eisini vístu kritiska framferð mótvegis Tjóðveldisflokkinum!

Og tíðindi úr Damark. Nær hoyrir tú nakað gott? Bert negativ tíðindi úr Danmark!