Nú fara tey at hava opið um náttina

Handlar og bensinstøðir í Føroyum plaga typiskt at steingja áðrenn midnátt. Men nú fara tey í Magn at royna at hava opið alt samdøgrið

Nú fer bensinstøðin Magn at hava opið um náttina eisini. Talan er um bensinstøðina á Ringvegnum í Havn.

– Hetta er ein roynd at útvíðka okkara tænastustøði, soleiðis at teir kundarnir, sum byrja sín dag væl áðrenn enn vit onnur, hava møguleika at fáa sær at eta ella annað, sigur Áki Vang Poulsen, sum er retail- og marknaðarstjóri í Magn.

Hjá Magn rokna tey við, at har er ein marknaður fyri hesum, tí tað eru fleiri, sum eru uppi um náttina.

Bensinstøðin á Ringvegnum byrjar at hava opið um náttina nú 1. mai.

Árni Gregersen prátaði við Áka Vang Poulsen í tíðindunum á FM1 í dag. Tú kanst hoyra samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.