Nú fara propparnir at fækkast

Jóannes Hansen

Ein sjeyndi partur av fólkinum í landinum og ein stórur partur av bilparkini. Soleiðis sá myndin út í Leirvík næstsíðsta fríggjadag, tá ið ein ørgrynna av fólki vóru á veg til nógv umhildna summarfestivalin, sum hugflogsríku klaksvíkingarnir bara eftir einum ári hava syrgt fyri at gera til eitt must hjá so mongum.
Bíðirøðirnar longdust, og tað gjørdist trongt hjá leirvíkingum at koma til og frá húsum. Eingin ferjulega, einki parkeringsøki og eingin bygdarvegur er ætlaður til so mikið stóra ferðslu, sum tað var henda dagin.
Tað bar illa til at sleppa av við bilin í Leirvík, og tí var tað kanska lættast bara at standa í bíðirøðini og at flyta bilin um fjørðin. Ivaleyst var hetta ein av orsøkunum til, at so nógvir bilar vóru í Klaksvík, sum tað sjáldan hava verið áður.
Ein onnur orsøk mundi vera tann veruleikin, at nútíðar ferðandi ikki hava bindindi til ella ikki vilja avmarka seg soleiðis, at tey undan fráferðini heimanífrá gera upp við seg sjálvi, hvat skal havast í viðføri. Í staðin fyri at pakka kuffert ella tasku, er tað hópin ómakaleysari at bera út í bilin og so á komustaðnum, sum í hesum førinum var í Klaksvík og Norðoyggjum, at lata veðrið, hýrin, umhvørvið og umstøðurnar annars gera av, hvat úr garderobuni í bilinum skuldi liggja, og hvat skuldi brúkast.
Tað er langt frá hørðu kuffertunum við reim um og til henda hugburðin, men í tíð er munurin heilt stuttur og í hvussu so er væl styttri enn ein fjórðingsøld.
Søgan
Tað verður so skjótt, at sjóvegis innanoyggja samferðslan hjá teimum flestu verður søga. Hon er vorðin søga hjá teimum, sum ferðast í og millum Streymoy og Eysturoy og hjá vágafólki og teimum, sum ferðast á flogvøllin, og dagarnir fækka til, at hetta eisini fer at verða søga hjá flestu norðoyingum og teimum, sum ferðast til Norðoyggjar.
Undirsjóvartunnilin er skotin ígjøgnum, og kanska verður tað í bili ella bussi undir Leirvíksfirði, at norðoyastevnugestirnir fara at ferðast næstu ferð og ikki við Dúgvuni, sum kom til landið í 1985, og sum Lassi Klein ætlaði burturav skuldi nýtast millum Skálafjørðin og Havnina.
Norðoyingar vildu ikki vita av Dúgvuni tey fyrstu árini, tá ið hon varð sett rutuna um Leirvíksfjørð, eftir at siglingin av Skálafjørðinum og til Havnar fyrstu ferð var niðurløgd fyrra partin av níti árunum.
Norðoyingarnir vildu heldur hava Ternuna, sum gjørdist álit á hesi rutuni í 1980. Hetta valárið avloysti hon gomlu Ternuna, sum kom til Klaksvíkar 7. november í 1970. Henda dagin var løgtingsval, og veljararnir í Klaksvík vórðu ivaleyst egndir við óføru Wiking, sum hevði siglt millum Brunsbüttel og Cuxhaven við munnan á Elben ánni.
Hon var tíggju ára gomul, tá ið hon kom til Føroya úr Týsklandi, og tað varð mett sum stórt samferðsluligt lop, tá ið ferjan, sum rúmaði fimtan bilum, ið vórðu hivaðir umborð, og stívliga hundrað ferðafólkum, avloysti Gardar ella gamla Vesturleið, sum pf. Hugo Gardar átti, og sum hevði siglt um Leirvíksfjørð frá 1967. Tá hevði Gardar loyst Britons Pride av. Hon var tá farin á land. Britons Pride bar saman við Pride, sum Kjølbro bygdi í 1960, og sum landið yvirtók í 1967, fyrstu møguleikarnar við sær fyri regluligum bilflutningi um Leirvíksfjørð. Tað rúmaðust tveir ella í mesta lagi tríggir bilar á dekkinum!
Men tað var skjótt, at tey, sum hava ferðast um Leirvíksfjørð, settu Ternuna aftur um og tóku Dúgvuna til sín. Hon er framúr góð í sjónum, hon rúmar fleiri bilum enn Ternan, og harafturat hevur tað ikki minsta týdningin, at umstøðurnar hjá teimum ferðandi eru so nógv betur, enn tær eru umborð á Ternuni.
Enn hevur einki verið at frætt um, hvussu hátíðarhaldið fer at verða lagt til rættis og skipað, tá ið tunnilin undir Leirvíksfirði fer at verða tikin í nýtslu. Tann løtan er framvegis nakrar mánaðir burtur. Kortini er tað ikki ov tíðliga hjá ábyrgdarpersónum, myndugleikum, stovnum og fyritøkum at hugsa um, hvussu hetta skal gerast. Ein uppløgd framsýning í tí sambandinum hevði verið samferðslusøgan hjá norðoyingum. Henni skal ikki gerast meiri burturúr her.
Knúturin
Henda fríggjadagin var stóri trupulleikin og spurningurin hjá teimum, sum vóru á veg til Klaksvíkar, nær tey fóru at sleppa yvirum. Ivaleyst mundi tað kennast aftur á Statoil støðini í Leirvík, at bíðirøðirnar vóru langar, og Kall og Føroya Tele vunnu sær nøkur oyru frá øllum teimum, sum mettu tað vera neyðugt at boða frá, at nú fóru tey kortini ikki at koma til ásettu tíðina.
Soleiðis hevur tað so ofta verið hjá teimum, sum ferðast um Leirvíksfjørð, og soleiðis er tað framvegis onkra ferðina, hóast flutningsorkan er støðugt økt. Hugurin at ferðast við bili økist við sannlíkinum fyri styttri tíð í bíðirøðini.
Men næstsíðsta vikuskifti mundi vera eitt tað síðsta og kanska tað síðsta av øllum við sovornum trongsli. Teir plaga at vera á Norðoyastevnu, tá ið brøðrasamkomurnar á hvítusunnu hava samfelagsstevnu í Klaksvík og í sambandi við onkran serligan fótbóltsdyst.
Sannlíkið fyri stórum KÍ fótbóltsdystum í ár man vera lítið. Samfelagsstevna verður ikki aftur í Klaksvík fyrrenn í 2007, og tað sigast, at á Norðoyastevnu í 2006 fara gestirnir at ferðast undir og ikki á fjørðinum.
Neyvan mundu tey vera mong, sum í festivalhýrinum gáaðu eftir, at tey vóru vitni til søguliga hending. Í framtíðini fer ikki at verða neyðugt at bíða. Onkur hevði hug at illneitast eitt sindur um bíðitíðina, visti fryntliga og fyrikomandi mansskapið á strandferðsluskipunum at siga. Men tað nyttar einki, og tað fer ikki aftur at vera neyðugt, tá ið ferðsluknúturin millum Norðoyggjar og meginlandið fer at verða endaliga loystur.
Rutina og ikki rutina
Hjá klaksvíkingum og norðoyingum og teimum, sum javnan ferðast um Leirvíksfjørð, er tað rutina at koyra og ganga umborð og í land av Dúgvuni og at sita umborð tann lítla hálva tíman, sum ferðin um Leirvíksfjørð tekur.
Tey eru so mong, sum dagliga nýta farleiðina, og sum á henni eru partar av so mongum hugnaligum práti. Skúlaungdómarnir, sum fara úr Norðoyggjum og á Kambsdal, skúlaungdómarnir, sum fara úr Eysturoy og á Tekniska skúla í Klaksvík ella Klaksvíkar Sjómansskúla, norðoyingar sum arbeiða í Eysturoy og arbeiða ella eru undir útbúgving í høvuðsstaðnum, eysturoyingar sum arbeiða eitt nú á sjúkrahúsinum í Klaksvík og so tey, sum arbeiða við sølu og við at flyta vørur annan vegin og hin.
Hjá teimum, sum nú mánadagin fara undir nýtt skúlaár bendir alt á, at hetta verður síðsta árið, at tað verður neyðugt at sigla um fjørðin. Næsta skúlaár verður møguleiki at ferðast í bussi ella bili.
Henda festival fríggjadagin í Leirvík, var tað eyðsýnt, at nógv av teimum ferðandi ikki nýttu farleiðina so ofta. Tað er stórur munur á teimum ferðandi vanligar yrkadagar og so ein sovorðnan dag.
Vanligar yrkadagar gongur alt sína vanligu friðarligu gongd. Ferðaseðlasøla, kaffikoppar og pylsur og prát ganga mest sum av sær sjálvum. Festival fríggjadagin kennist tað meiri strongt, og tá ið Dúgvan stingur nevið inn um Pollin í Klaksvík og tekur frá, hava tey ferðandi hug at fara niður á dekkið. Tað sleppa tey ikki, tí mansskapið vil fyrst hava bilførararnar niður og at koyra bilarnar í land.
Vanligar yrkadagar ber væl til at leggja nýggj ferðandi til merkis. Tey gera sum festival ferðandi og reisast, tá ið skiparin tekur frá. Tey, sum sigla hvønn dag ella ofta, vita, at tað loysir seg ikki at reisast, fyrrenn Dúgvan er í holtur við at bakka móti rampanum, sum tað hevur verið lagt at seinastu mongu árini.
Solidariteturin
Henda fríggjadagin eru tey ferðandi felags um festivalin. Tað var óneyðugt at hugsa nakað um ferðingina, áðrenn farið varð frá húsum. Proppurin bar við sær, at tað kortini gjørdist neyðugt. Bíðirøðin gerst felags uppliving, sum tað ber til at tosa ímillum sín um og at greiða øðrum frá. Tá ið dagurin er liðin, verður hetta eyka festival uppliving, sum tað á næstu ferjuleysu festivalunum fer at bera til at minnast aftur á og smílast at - í felag.
Hugsanirnar reika aftur til søguna um havnarferðina hjá ommudidd. Hans Michael Jacobsen setti fittu søguna ella rættari frásøgnina í Dimmu stutt eftir 2. heimsbardara, og upp undir jól fyri fáum árum síðani var hon at síggja í Sosialinum. Henda ferðin úr Fugloy og til Havnar og norður aftur mundi vera fyri einari slakari øld síðani. Tað tók fleiri dagar at ferðast, og solidariteturin var í sjálvari ferðingini. Tey fylgdust, og tey fingu bátar at føra seg og seta seg um firðir og sund.
Hjá teimum, sum ferðaðust til Klaksvíkar á festival, var tað ikki neyðugt við hesum slagnum av solidariteti. Tey vóru felags um tiltakið og óvæntaðu bíðitíðina. Sjálvt ferðin hevði ikki so nógv at siga. Tað bar teimum til at sita í bilinum og bíða ella hvør í sínum lagi á annan hátt at stytta sær um stundir.
Dúgvan og Sam vóru amboðini, sum fluttu fólk og bilar um fjørðin. Solidariteturin hjá teimum ferðandi hvíldi á lærdóminum og royndunum hjá mansskapinum á brúnni, í maskinrúminum, á dekkinum og í salongini. Tað tók sína tíð at bíða, men tað gekk upp á stás.
Mánadagurin komandi, tá ið tað aftur fer at gerast gerandis hjá so mongum, fer at kennast meiri róligur enn festival dagarnir. Fólkið fer at verða sitandi í salongini, inntil Dúgvan fer at leggja at. Spurningurin er, um nakar proppur í ferðsluni fer at stinga seg upp seinni í summar, í heyst, í vetur ella í vár. Næsta summar fer at verða ferðast gjøgnum Norðoyatunnilin - bæði í festival høpi og gerandis - og tá fara bilar og fólk ikki at standa sum sild í tunnu.