Henda móttøkan er í samband við, at dagstovnurin varð tikin í nýtslu herfyri. Nú verður høvi hjá fólki at síggja stovnin.
Eitt annað minst líka so spennandi punkt, er avdúkingin av navninum, sum hesin stovnurin skal bera í framtíðini. Hetta verður nevniliga avdúka undir móttøkuni, eins og tann nýggja heimasíðan hjá stovninum verður latin upp. Móttøkan í nýggja dagstovninum byrjar klokkan 15.
Dagstovnurin í Miðvági vann í januar í ár eina altjóða virðisløn í USA, orsakað av serliga byggiháttinum við Quadlock-tilfari.










