Nú fær Atlantsflog pengar úr landskassanum

100 milliónir krónur. Tað er upphæddin, sum Atlantsflog skal hava úr landskassanum fyri at hóra undan koronukreppuni. Fíggjarmálaráðharrin hevur kallað til tíðindafund

 

Sosialurin skrivar í dag, at tørvurin á gjaldføri hjá Atlantsflog er 100 milliónir krónur og hjá Vága Floghavn um 20 milliónir krónur.

Jørgen Niclasen upplýsti í tinginum mikudagin, at hann fyrsta dagin fer at koma við einum uppskoti um at veita flogfelagnum eina størri upphædd. Hann hevur kallað til tíðindafund klokkan 11:30 í morgun.

Sum in.fo skilir støðuna í morgun, so fer landsstýrismaðurin at leggja fram uppskot um at veita flogfelagnum 100 milliónir krónur, og at hallið hjá felagnum í ár er 120 milliónir krónur.

Landsstýrismaðurin ætlar eisini at leggja fram uppskot um, at flogfólk hjá Atlantsflog skulu í eina FAS líknandi skipan við skattaafturbering til flogfelagið.

Landsstýrismaðurin hevur tosað við allar flokkar á tingi um málið, og semja er um uppskotið at veita Atlantflog 100 millónir krónur. Men semja er ikki um FAS líknandi skipanina.

Sum skilst er talan bara um flogfólk, sum hava bústað í Føroyum, og tað merkir, at sama skipan ikki verður galdandi fyri SAS, og tað kann geva Atlantsflog ein kappingarfyrimun, sum ger, at SAS ikki fer at flúgva upp á Føroyar, siga fólk í andstøðuni.