Nú hava vit fingið tveir kommunulæknar afturat, og teir fara at arbeiða, ávikavist í Fuglafirði og í Havn. Tað eru Jytta Friang og Sámal Jákup Sakarisson, sum nú eru liðug við útbúgving sína sum sum serlæknar í almennum medisini, sum kommunulæknar eita á fakmáli.
Landssjúkraghúsið sigur á síni heimasíðu, at Jytta Friang hevur fingið fast starv sum kommunulækni í Fuglafjarðar læknadømi, og hon tekur við starvinum í Gøtudali 1. mai. Hinvegin er Sámal Jákup Sakarisson longu byrjaður í einum vikariati í Suðurstreymoyar læknadømi og hann arbeiðir í viðtaluni í Miðlon.
Landsstýrið sigur annars, at í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna, og eftir ætlan verða tveir av teimum lidnir í ár.