Nú fáa tvørabørn betri umstøður

Nú verður barnagarðurin í Trongisvági útbygdur, so at kommunan kann nøkta tørvin á ansingarplássum.

Ein av stóru atfinningunum móti arbeiðinum hjá Tvøroyrar kommunu hevur verið, at ov lítið hevur verið gjørt fyri at nokta stóra tørvin á ansingarplássum í kommununi. Í mong ár hava børn staðið á bíðilista, tí at ov fá ansingarpláss hava verið tøk.

 

Nú hevur kommunan so tikið fyrsta stigið. Hósdagin undirskrivaði Kristin Michelsen, borgarstjóri, sáttmála við Páll Holm Lave úr Brim arkitektum um at útbyggja barnagarðin í Trongisvági.

 

Tvøroyrar kommuna sigur, at um gongst eftir ætlan, verður farið undir útbyggingina til heystar.