Nú verður tað ikki leingi, so hava øll tey trý sjúkrahúsini fingið eina felags bíðilista til tær ymsu viðgerðirnar. Og samstundis verður tað ein felags umsiting, sum vísir sjúklingarnar til tey ymsu sjúkrahúsini.
Fyri at fáa hetta sett í verk, er neyðugt, at øll sjúkrahúsini nýta sama KT-net, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu gongur við at samskipa virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Sirið Stenberg sigur, at nettupp málið við at fáa felags bíðilista, er eitt mál, hon hevur lagt stóran dent á, og nú er arbeiðið við at koma undir land.
Hon leggur afturat, at eitt annað mál, sum arbeitt verður við í løtuni, er at seta eina skipan við viðgerðartrygd í verk.
Í løtuni situr ein tvørfakligur bólkur og viðgerð, hvussu ein skipan við viðgerðartrygd kann verða sett í verk í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Sirið Stenberg sigur, at tað verður í næstum, at hon fer at fáa eitt tilmæli frá arbeiðsbólkinum um hetta og tá kann farast undir arbeiðið at fyrireikinga eina tílíka skipan.











