Nú eru yvir 1.200 fólk færri til arbeiðis

So hart hevur Korona-kreppan rakt vanliga føroyingin

Korona-kreppan hevur rakt vanliga føroyingin hart. Tað sæst í nýggjastu uppgerðini hjá Hagstovuni yvir, hvussu nógvir løntakarar eru í Føroyum.

Uppgerðin vísir at í apríl í ár vóru slakir 25.300 løntakarar í Føroyum, og tað eru heili 1.250 løntakarar færri enn tað vóru í apríl í fjør.

Og tað vísir eisini, at tað eru eini 1.950 løntakarar færri, ella sjey prosent minni, enn framskrivingarnar vístu, at tað skuldi vera, hevði gongdin verið sum hon plagar at vera.

Sostatt er ein støðug framgongd hesi seinastu seks árini, brádliga vend til eina stóra afturgongd í einum høggi.

Og tað er bæði hjá kvinnum og monnum, at talið á løntakarum fellur. Í apríl í ár vóru einir 13.150 menn til arbeiðis í Føroyum og 12.100 kvinnur, og tað eru um 700 færri kvinnur og 550 færri menn í mun til apríl í fjør. 

Og hagstovan sigur, at tað er serliga í privatu tænastuvinnurnar, har talið á løntakarum er munandi fallið afturímóti tí, sum væntandi var.

Í apríl í ár vóru einir 7.500 løntakarar í privatu tænastuvinnunum og tað eru 1.200 løntakarar ella 14 prosent minni enn framskrivingar vístu, at tað fóru at vera.

Í privatu tænastuvinnunum eru tað gistingarhúsini og matstovurnar, sum eru harðast raktar, tí har er løntakaratalið farið niður í helvt. Men annars er eisini stór niðurgongd í bólkinum, sum eitur handil og umvæling, umframt í bólkunum, flutningur annars og í bólkinum, húsarhaldstænastur.

Í hinum vinnugreinunum gongur áleið soleiðis sum væntandi var, men munurin á veruligu tølunum, og tí sum framskrivingar vístu at tað fór at vera, er minst hjá teimum, sum eru alment sett.