Allan Mørkøre fekk tólv minuttir inn í 2. hálvleik størsta møguleikan, sum fæst í fótbóltsdysti at skora mál, men føroyska umboðið í ÍBV misbrúkti gylta møguleikanum móti liðfelaganum í íslendska málinum. Birkir Kristinsson flutti seg eitt sindur til høgru fyri seg sjálvan, bjargaði harða skotinum og kundi tískil í flogfarinum á veg til hús í gjár og komandi vikurnar í Vestmannaoyggjunum arga Allan Møkøre eitt sindur.
? Tá vit skulu í Europa Cup vandu vit nógv at skjóta brotsspark, og tað kom næstan ikki fyri, at eg ikki fekk mál. Í morgun vandu vit at skjóta brotsspark, og eg fekk mál hvørja ferð, vóru viðmerkingarnar hjá einum hørmum Allan Mørkøre, sum hevði stóra møguleikan at tvífalda um málskjótingina í teimum 43 landsdystunum. Longu í øðrum dystinum skoraði hann higartil einasta málið. Tað var í ítróttarparkini 10. oktober í 1990, tá Danmark vann 4-1.
Allan Simonsen hevði frammanundan gjørt av, at um føroyingar fingu brotsspark, so skuldu Uni Arge, Todi Jónsson og Allan Mørkøre gera av millum sín, hvør skuldi skjóta.
Todi Jónsson varð rendur um koll í brotsteiginum, og tað er ikki vanligt, at tann, sum megnar at tiltuska sær brotssparkið skjýtur, og nú sær tað næstan soleiðis út, at Todi Jónsson fer ikki at fáa møguleikan at royna seg úr ellivu metrum. Føroyingar hava higartil fingið fimm brotsspørk. Tað fyrsta fingu teir móti Íslandi í Gundadali 8. august í 1990. Ta ferðina fekk Jan Dam brotssparkið, og hann legði vertin á óskrivaða regulin um, at so skuldi hann ikki sjóta. Todi Jónsson hevur fingið brotsspørkini á Malta, í Skotlandi, á heimavølli móti Bosnia og aftur mikukvøldið.
Øssur Hansen og John Petersen fingu fulla nyttu burturúr teimum báðu fyrstu, men síðani hava John Petersen og Allan Mørkøre misnýtt stóru møguleikarnar.