Vegna dóttur mína, ið lesur til námsfrøðing, hevði eg nakrar konkretar fyrispurningar um sparingar innan Trivnaðartænastuna, og vendi mær tí til Heilsumálaráðið. Kvinnan, ið tók telefonina, var sera fyrikomandi. Hon stillaði meg um frá Peri til Pól, og eingin ivi var um, at hon var ikki sørt frustrerað, tí starvsfólk, ið ætlandi kundu svarað spurningunum vóru antin á fundi, upptikin annars ella avspákaðu.
Til síðst fekk eg fatur á einum frá bygningsdeildini. Hesin royndi sum best at greiða mær frá, men bað meg ringja til Nærverkið. Eg so gjørdi, og til síðst fekk eg fatur á einari kvinnu, ið váttaði, at eg var komin á rætta pláss, og tí byrjaði eg at seta spurningarnar:
1) Hvat umfatar arbeiðið hjá Trivnaðartænastuni ?
Svar: Hygg á heimasíðuna hjá Nærverkinum
2) Hevur Trivnaðartænastan eftirlit við stovnum og sambýlum til menningartarnað ?
Svar: Vit hava ikki eftirlit við stovnum og sambýlum – vit reka hesi !
3) Hvussu stórar eru sparingarnar á økinum fyri 2011 ?
Svar: Tað hevur staðið í Dimmalætting!
4) Eru/ verða stovnar niðurlagdir í 2011 vegna sparingar ?
Svar: Tað veit eg ikki, tað er ikki mítt øki!
5) Er tað ikki onkur, ið kann geva mær eitt svar ?
Svar: Eingi fólk eru tøk, tey eru á fundi!
6) Hetta kann ikki bera til – eg havi roynt at fingið greiði á hesum í slakar tveir tímar.
Svar: Tað kann eg ikki gera við. Eg havi einki við fíggjarviðurskifti at gera – ring til Heilsumálaráðið.
Trupulleikin er ikki tað einstaka starvsólkið, men hetta avspeglar eina ódugnaliga leiðslu. Tí eiga landsins myndugleikar at vera so mikið at sær komnir, at teir tora at fara í holt við hetta økið, soleiðis at sparingarnar verða gjørdar í toppinum og ikki sum nú, har tær í alt ov stóran mun raka tann veika, ið er brúkari av hesum tænastum.
Umsitingin skal undir umsiting, og eigur løgmaður sum hægsti starvsfólkaleiðari straks at fara í gongd við hetta arbeiðið.