Nú er klárt at skriva undir

Beint eftir páskir verður endaligur sáttmáli um at byggja nýggja suðuroyarferju undirskrivaður

Suðuroyarsigling

Nú er loksins klárt at skriva undir endaliga sáttmálan um at byggja nýggju suðuroyarferjuna.
Beint eftir páskir fer stjórin á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall og lasndsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, til Spania at skriva undir sáttmálan við skipasmiðjusamtakið IZAR, sum skal byggja nýggju suðuroyarferjuna.
Tað var mitt í februar, at Strandferðslan og spanska skipasmiðjufelagið skrivaðu undir eina semju um at byggja nýggju suðuroyarferjuna.
Eftir teirri semjuni skuldi arbeiðast víðari við løgfrøðiligu og teknisku smálutunum og tað arbeiðið skuldi vera greitt í seinasta lagi 8. mars, so at endaligur byggisáttmáli kundi gerast.
Men tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar og tað gjørdi tað heldur ikki í hesum føri. Arbeiðið dróg eitt sindur út, men nú eru allir smálutir avgreiddir.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at seinastu dagarnir hava teir bíðað eftir, at nevndin í spanska skipasmiðjufelagnum skuldi góðkenna endaligu orðingarnar í byggisattmálanum og tað hevur nevndin nú gjørt.
?Sostatt er alt greitt at skriva undir og tað er ikki yvir at dylja, at vit eru ómetaliga fegin um, at tað nú er komið so langt, sigur hann.
Ikki minst er hann fegin um, at vit fáa akkurát tað skipið, sum vit ætlaðu og at tað ikki var neyðugt at skarva tað allarminsta av tí, fyri at fáa játtanina at halda.
Hann sigur, at nágreinilig dagurin, nær sáttmálin verður undirskrivaður, er ikki avgjørdur , enn, men tað verður so beint eftir páskir og tað fer fram í Spania.
Nýggi Smyril fer at kosta 40.450.000 evrur og og tað eru 301 milliónir krónur í okkara peningi. Men harumframt koma einar fýra milliónir til eftirlit o.s.fr.
Tilsamans hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum fingið heimild frá Føroya Løgtingi til at brúka 310 milliónir upp á skipið. Sostatt eru einar fimm milliónir til taks, verður tað neyðugt.

Stórt samtak
IZAR samtakið, sum skal byyggja nýggja flaggskipið hjá Strandferðsluni, hevur fleiri skipasmiðjur.
Teir hava bygt skip í heili 250 ár. Tað er tað næststørsta skipasmiðjusamtakið í Evropa, og tað níggjunda størsta í heiminum.
Men í sambandi við nýggju suðuroyarferjuna, eru tað tríggjar smiðjur hjá samtakinum, sum kunnu koma upp á tal og tað eru skipasmiðjan í Sevilla, í San Fernando og tann í Porto Real, sum allar eru í Suðurspania. Enn er endalig avgerð ikki enn titin um, hvørjari av hesum trimum skipasmiðjnum, nýggja suðuroyarskipið verður bygt á.
Ferjan verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór, tó at gjaldið í ár verður nakað minni. Fyrsta gjaldið upp á 90 milliónir, verður goldið í ár, annað gjaldið komandi ár og triðja gjaldið í 2004.
Skipasmiðjan veitir trygd fyri hvørjum gjaldið.
Ferjan skal handast Strandferðsluni 30 mánaðir eftir, at byggisáttmálin er undirskrivaður. Sostatt verður nýggja nýggja suðuroyarskipið liðugt í september í 2004.
Fyri at taka afturíaftur, kann nevnast, at nýggja suðuroyarferjan verður 135 metrar long, hon siglur 21 míl, hevur pláss fyri 800 ferðafólkum og tekur 200 bilar og tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril.