Hallur Joensen hevur verið nógv spældur í donskum útvarpi seinastu tíðina. Serliga á rásini P5, sum hýsir Dansktoppen, ið er hitlisti fyri dansitónleik.
Sangurin hjá Halli Joensen, ”Sos fra mig”, sum Jacob Haugaard hevur gjørt orðini til, hevur staðið seg væl á Dansktoppen. Sangurin hevur verið á listanum í 13 vikur og liggur í løtuni nummar 1.
Nú hevur Dansktoppen gjørt upp, hvørjir sangir eru teir mest spældu í ár, og Hallur Joensen liggur á einum fimta plássi við ”Sos fra mig”.
Ovast á listanum er ein, tey kalla Kejser Larsen.