Fyri eini lítlari løtu síðani læt henrik Old fyrsta skotið til at bora undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy, av, og sostatt er tunnilsarbeiðið byrjað.
Fyrsta skotið varð latið av á Strondum, og so seinni verður eisini sett á á Hvítanesi.
Rættiliga nógv fólk varð komið saman hesa løtuna, og tey vóru so spent at fylgja við, at tað gekk ein løta at fáa øll aftur um trygdarlinjuna.
Tá ið Henrik Old læt fysta skotið av, ásannaði hann, at tað eru nakrir stórir dagar í lívinum, og at hetta var ein av teimum.
Seinni hava vit meiri um hendan merkisdag í Føroya søgu.










