Eftir støðinum, sum Finnur Justinussen hevur lagt í næstbestu donsku deildini í ár, so var næstan talan um málturk, at hann ikki hevði skotið mál í tveimum dystum á rað, men í dag kom hann aftur á kósina við týdningarmiklum máli.
Næstved, har Finnur spælir, hevði vitjan av Lyngby. Eitt mál kom í dystinum. Tað kom tíggju minuttir fyri leiklok, og tað var júst Finnur Justinussen, sum skoraði tað málið og gjørdist sigursharri í 1-0-sigrinum.
Við málinum í dag hevur Finnur Justinussen skotið 10 mál í næstbestu donsku deildini. Tað er mest í deildini saman við Martin Koch Helsted (HB Køge) og Sakari Tukiainen (Thisted).
Næstved heldur seg í oddastríðnum. Tað er fýra stig til oddaliðið og beinleiðis uppflyting, men einans eitt stig til uppflytingarspælið. Næsti dystur verður sunnudagin á útivølli ímóti einum av oddaliðnunum, HB Køge.