Tað var fólkaatkvøðan 23. juni í 2016, har 51,89 prosent av veljarunum í Bretlandi atkøvddu fyri at fara úr ES, meðan 48,11 atkvøddu ímóti, sum er orsøkin til, at bretska ríkið nú er farið úr evropiska felagsskapinum.
Síðani fólkaatkvøðuna í 2016 hevur nógv og drúgt og beiskt stríð verið um, hvussu Bretland og ES skulu skiljast. David Cameron, formaður í Konservativa flokkinum og forsætisráðharri Bretlands, legði frá sær dagin eftir fólkaatkvøðuna. Hann mælti til, at Bretlandi ikki fór úr ES.
Theresa May tók yvir, men hon megnaði ikki uppgávuna at fáa landið úr ES.
Síðani tók Boris Johnson um endan. Hann fekk Undirhúsið at samtykkja nýval, sum Konservativi flokkurin vann við greiðum meiriluta, tí andstøðuflokkurin, tann ES-vinaligi flokkurin, Labour, tapti stórt.
Tað tók Bretlandi meira enn 10 ár at gerast limur í ES, sum tá kallaðist EF. Landið var við í sínari tíð, tá Rom-sáttmálin varð gjørdur, men fór frá samráðingunum. Í 1963 legði Frakland veto ímóti at geva Bretlandi limaskap. Franski forsetin, Charles de Gaulle, segði, at Bretland í veruleikanum vildi ikki vera við í felagsskapinum, men vildi bara hava fyrimunirnar, segði hann.
Tá Bretland endaliga gjørdist limur í 1973 var tað kanska ov seint hjá landinum at seta síni fingramerki á felagsskapin. Tey seks upprunaligu londini, Belgia, Luxemburg, Holland, Italia, Vesturtýskland og Frankaríki høvdu longu skapt grundarlagið og búskaparligu karmarnar eftir teirra egnu áhugamálum.
Hóast Bretland gjørdist limur í EF í 1973, so var eingin fólkaatkvøða um málið tá. Tað var konservativa stjórnin hjá Edward Heath, sum tók ta avgerðina. Tá Labour kom til valdið í 1974 lovaði flokkurin, at limaskapurin í EF skuldi staðfestast á fólkaatkvøðu, sum var hildin tann 5. juni í 1975.
67 prosent av bretska fólkinum atkvøddi fyri bretskum EF limaskapi.