Nú er avgerð tikin um »Skálabotn«

Staðarnavnanevndin hevur tikið avgerð um umstrítt bygdanavn

Staðarnavnanevndin hevur avgjørt, at bygdin innast á Skálafjørðinum frameftir skal hava almenna navnið «Skálafjørður«.

Harvið fær meirilutin av bygdarfólkinum sín vilja. Á grækarismessu var vegleiðandi fólkaatkvøða um bygdanavnið. Ein greiður meirilutin atkvøddi fyri, at bygdin skal eita »Skálafjørður«. Ein minniluti atkvøddi fyri, at navnið skal vera »Skálabotnur«.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni var beinan vegin send myndugleikunum, og síðani hevur verið bíðað eftir einari avgerð. Herfyri var herverk gjørt á bygdaskeltini hjá Landsverk. Onkur hevði málað út yvir navnið »Skálabotnur«.

Staðarnavnanevndin hevði fund í gjár, og har var málið viðgjørt. Staðarnavnanevndin vigaði fyri og ímóti, men niðurstøðan var greið:

»Eftir drúgva viðgerð samdist nevndin um at leggja størstan dent á ynskið hjá bygdarfólkinum og tók ta støðu, at tað almenna navnið á búsetingini innast á Skálafjørðinum skal vera »Skálafjørður«. Ástaðarformur hjá bygdarnavninum er »í Skálafirði«, meðan tað hjá fjørðinum er »á Skálafjørði(num)«.

Meðan »Skálafjørður« sostatt verður góðkent sum alment bústaðarnavn (bygdarnavn), samtykti ein meiriluti í nevndini at »Skálabotnur« tó verður varðveitt sum náttúrunavn, t.e. sum navn á tí innasta á fjørðinum og strandarøkinum har inni.«

Staðarnavnanevdin hevur í dag sent sína avgerð til Runavíkar kommunu og aðrar myndugleikar. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í mentamálum.