Kanningararbeiðið í málinum um Birnu Brjánsdóttir er komið inn í eitt nýtt umfar, nú unga kvinnan varð funnin deyð í gjár. Men, sambært íslendskum miðlum, verða skuldsettu ikki avhoyrdir í dag. Tískil eru teir ikki avhoyrdir, siðan líkið varð funnið.
Íslendska løgreglan arbeiðir nú út frá, at Birna Brjánsdóttir er myrd, men enn bíðar løgreglan eftir rættarmedisinsku kanningunum, áðrenn sigast kann við vissu, hvør neyva deyðsorsøkin er.
Sambært mbli.is vil løgreglan savna enn meira próvtilfar, áðrenn tey fara við hesum - andlit til andlits - við teir varðhaldsfongslaðu, ið eru undir illgruna fyri at hava myrt Birnu Brjánsdóttir.
Grímur Grímsson, kanningarleiðari sigur við mbl.is, at fram til í gjár, tá líkið varð funnið, varð orkan brúkt upp á leiting, men nú byrjar eitt nýtt umfar, har málið verður viðgjørd sum drápsmál.
Eitt av málinum, sum løgreglan arbeiðir við at kortleggja neyvt, er, hvar reyði Kia-bilurin, sum varðhandsfongslaðu høvdu leigað, koyrdi fyrrapartin leygardagin. Staðfest er eisini, at skaðar vóru á leigaða bilinum.