Nýbrot í føroyskari list

Tóroddur Poulsen hevur slóðbrótandi framsýning í danska býnum Tønder

Í hesum døgum er ein sera forvitnislig og í føroyskum høpi øðrvísi framsýning at síggja í Kunstmuseum Sønderjylland í Tønder við verkum hjá slóðbrótandi føroyska listamanninum Tóroddi Poulsen, sum vit kanska kenna best frá teim mongu bókunum, hann hevur latið úr hondum. Men í myndunum kenna vit aftur hansara smáu, ágrýtnu súkklarar og kerliga spei, m.a.í sukursøtu tulkingini av Merkinum, sum er sett saman av bláum, reyðum og hvítum bommum. Leggjast kann aftrat, at reyða krossmerkið er gjørt úr kongabommum (sjálvandi). Umframt installatiónir og readymades, altso listaverk, sum eru sett saman av frammanundan framleiddum lutum sum dukkum, kustum osfr. sýnir Tóroddur Poulsen fram steinprent, sum hann hevur gjørt á Grafiska Verkstaði Føroya í Gundadali í Havn. Summi teirra vóru at síggja á framsýningini, sum Tóroddur Poulsen hevði í Norðurlandahúsinum saman við Bjarna Werner Sørensen herfyri. Men mong verk eru nýggj, eins og einstøk eru gjørd til høvið, t.d. omanfyrinevnda bommflagg, ein uppseting við pappírsbátum o.a.


Steinsetingar

Í sambandi við framsýningina, sum hevur heitið “Steinsetingar” ella “Stensætninger”, er komin út prýðilig bók á donskum, har ein ørgrynna av verkum hjá Tóroddi Poulsen er umboðað, bæði myndir, installatiónir og yrkingar, umframt ein tekstur, sum undirritaða hevur skrivað um listamannin og hansara øgiligu menning tey útivið tólv árini, hann hevur tikist við myndlist. Teksturin hevur heitið “Sten er også sprog”, sum er ein setningur tikin frá hugleiðingunum hjá Tóroddi sjálvum um at skapa, sum stendur í tíðarritinum Vencil (nr.3/2007), har listamaðurin m.a. skrivar: “Hóast einhvør idiot sleppur t.d. inn á ting, so dugir ein og hvør idiot ikki at yrkja, men ein skal vera idiot fyri at fáast við tað burturav. Ein slíkur havi eg verið nú í nøkur ár. Seinnu árini havi eg harafturat arbeitt meiri við myndlist. Havi gjørt royndir við myndum og tekstum saman. Fyri meg hevur skriftin altíð verið mynd. Og øvugt..”.


Bókin

Umframt at snúgva seg um bæði myndlist og poesi hjá Tóroddi Poulsen, ber teksturin í bókini “Stensætninger” eisini við føroyska listaumhvørvið, sum tað sær út í løtuni. Ove Mogensen, ið er ein av leiðarunum á listasavninum í Tønder hevur saman við Tóroddi Poulsen skipað fyri framsýningini, eins og hann stendur fyri einum stuttum inn- og útgangi í bókini, har hann m.a. skrivar: “Landskabet som motiv gengivet i et naturalistisk eller abstrakt billedsprog udgør fortsat den største part af Færøernes billedkunst. En af de få kunstnere, der har brudt med denne tradition er Tóroddur Poulsen. Kunstmuseet i Tønder har derfor fundet det væsentligt at præsentere denne kunstners univers... Tóroddur Poulsens kunst betegner et nødvendigt nybrud i færøsk kunst..”. Í skrivandi stund er ikki upplýst hvørt framsýningin skal víðari, men væntandi skal hon tað og tá er at vóna, at eitt av hesum støðum verður heima í Føroyum. Framsýningin er opin í Kunstmuseum Sønderjylland inntil 14.september 2008. Bókin ”Stensætninger Tóroddur Poulsen” telur 131 blaðsíður og er til sølu fyri 150 krónur í Grafiska Verkstaðnum, Norðurlandahúsinum og í bókabúðunum .