Nú ber av - og vit mugu taka tað í álvara

Nú sær út til, at rúsevni eisini eru at finna ímillum skúlabørn í skúlatíðini, og tað mugu vit gera okkurt við, heldur løgtingsmaður

– Vit mugu vit taka málið í álvara, og ikki seta kikaran fyri blinda eygað og vænta at hesin trupulleikin bara hvørvur aftur av sær sjálvum.

Tað heldur Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin og nú vil hann hava landsstýrismannin í fíggjarmálum, floksfelagan Jørgen Niclasen, at greiða frá, um hann heldur, at eftirlitið við rúsevnum, er nøktandi.

Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu er við talinum á tollarum, og um talið er vaksið í samsvari við vøksturin í innflutninginum hesi seinastu 20 árini.

Brandur Sandoy vísir á, at í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Jørgen Niclasen upplýst, at  Taks hevur styrkt tolleftirlitið við einum tollara og nú vil hann hava at vita frá landsstýrismanninum, um hann heldur, at  hetta er nøktandi fyri at tálma innflutninginum av ólógligum rúsevnum til Føroya

 Rúsevnini síggja út til at floyma ótálmaði til Føroya og frá ungfólki frættist, at tey javnan fáa í boði at keypa sær ólóglig rúsandi evni, sigur Brandur Sandoy

– Hesa seinastu tíðina hevur rættiliga borið av, tí nú sær tað út til, at nú eru rúsevni eisini at finna millum skúlaungdóm í skúlatíðini.

– Innflutningurin til Føroya er vaksin sera nógv seinastu árini, meðan tað hoyrist, at orkan til eftirlitið ikki hevur fylgt við, og at tørvur er á fleiri tollarum.

– Sjálvt um Taks hevur sett ein tollara afturat, er lítið sum bendir á, at hetta er nøktandi fyri at minka um nøgdirnar av ólógligum rúsandi evnum í Føroyum. 

– Samfelagsliga er hetta ein stórur trupulleiki, og tí mugu vit taka málið í álvara, og ikki seta kikaran fyri blinda eygað og vænta, at hesin trupulleikin bara hvørvur aftur av sær sjálvum, sigur Brandur Sandoy.