Tað hevur verið áhugi fyri at keypa grundstykki í Hesti. Fleiri fyrispurningar eru um a fáa grundstykki í bygdini, men av tí, at eingin byggisamtykt hevur verið, hevur hetta ikki borið til at at ganga umsóknunum á møti. Tað sigur Tórshavnar Býráð, men sagt verður samstundis, at nú verður tað ikki long tíð, so fer tað at bera til at fáa grundstykki til bæði sethús og summarhús í Hesti.
Tórshavnar Býráð er nevniliga í ferð við at gera eina byggisamtykt fyri Hest, og tað verður ikki so rúm tíð, so verður hon sett í gildi. Fólk fáa nú høvi til at gera viðmerkingar til ætlanina. Koma viðmerkingar inn, verður byggisamtyktin kanska lagað til, og so verður tað aftur lagt fyri Løgtingið til endaliga samtyktar.
Hestur er einasta bygd í Tórshavnar Kommunu, sum ikki hevur nakra byggisamtykt, men nú verður tað so gjørt greitt, hvar tað ber til at byggja sethús og summarhús, og hvar skúlar, og aðrir almennir bygningar skulu vera. Samstundis eru øki sett av til frílendi og til landbúnað.
Í nýggju byggisamtyktini verður sethúsaøkið framvið vegnum norðanfyri bygdina, ímillum bygdina og Kirkjugarðin. Tað verður eitt sindur burtur frá bygdini fyri at hava greiðan skilnað ímillum gomlu bygdina og tey nýggju sethúsini.
Beint sunnan fyri bygdina er eitt øki upp á 3.300 fermetrar sett av til summarhús. Grunstykkini til summarhús verða 250 fermetrar, har tað ber til at hava felags parkeringspláss við vegin, og so at gøtur niðan og ímillum húsini, og hetta er fyri at halda prísin og lágan sum gjørligt.