Nú angar aftur væl í býnum


 

Handil


Síðani á ólavsøku hevur einasta parfumaríið í býnum verið stongt vegna flyting. Men í gjár klokkan 10.00 kundu starvsfólkini í Parfumarí Drós stolt lata dyrnar til nýggja handilin upp, hesuferð í Dr. Jacobsensgøtu beint yvirav Keypsamtøkuni.

Parfumarí Drós hevur í hesum sambandi fingið danskan fríðkanarserfrøðing á vitjan. Vicky Fong starvast dagliga hjá Estée Lauder í Danmark, og er hon komin til Føroya at geva føroyingum ráðgeving innan húðrøkt og make-up.

? Vit hava fingið ógvuliga positivar viðmerkingar frá fólki meðan vit hava havt stongt, sigur Fía Norðberg, sum eigur og rekur Parfumarí Drós.

? Nógv hava tosað við okkum og spurt nær vit fóru at lata uppaftur, tí tey saknaðu handilin, og hevur hetta verið ógvuliga vermandi at vita, og tílíkt gevur okkum eisini mót.

Leingi er tað, ið væl skal vera verður sagt, og endiliga er latið uppaftur í nýggjum hølum.

? Vit eru ógvuliga glað fyri nýggju hølini, og handlarnir rundan um hava tikið ógvuliga væl ímóti okkum.

Parfumarí Drós hevur nú aftur opið vanligar tíðir, og nú og til og við hósdagin ber til at støkka inn á gólvið og fáa ráðgeving frá Vicky Fong innan húðrøkt og make-up. Eisini ber til at ringja á telefon 314811 og bíleggja tíð, so leggur Vicky make-up á og gevur ráð til júst tín.