Orsaka av, at muslimskir bólkar hava víst sína ónøgd við Lady Gaga, sleppur hon nú ikki at framføra í Indonesia.
Ein muslimskur bólkur í Indonesia, sum mangan hevur staðið á odda fyri harðligum mótmælum, hevur hótt Lady Gaga og hennara konsert, sum skuldi vera 3 juni í Indonesiska høvuðsstaðnum Jakarta, tí bólkurin heldur, at hon dyrkar Satan og samkynd.
Tí hevur tjóðar løgreglan gjørt av at avlýsa konsertina.
- Vit tóku okkara avgerð eftir at fleiri muslimskir bólkar hava mótmælt, tí teir halda, at Lady Gaga ikki hóskar til okkara mentan, sigur talsmaðurin fyri løgregluna, Boy Rafli Amar við nationmultimedia.com.
Avlýsingin fellur ikki á góða jørð hjá Lady Gaga fjepparum í Indonesia, har yvir 30.000 atgongumerki vóru seld til eina konsert, sum skuldi vera í Bung Karno.
- Um tað er rætt, at konsertin er avlýst, so er Indonesia ikki eitt demokratiskt land, ei heldur eitt land, sum fylgir lógum landsins, sigur Semi Winarsih, sum er Lady Gaga fjeppari.
Tað er tó ikki endaliga váttað um konsertin verður avlýst.
Hetta veit bt.dk