Tingfundur verður klokkan 11 í morgun, og tá skal tingið taka støðu til tveir skrivligar fyrispuring. Annar er til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Eyðugunn Samuelsen viðvíkjandi kunngerð um røktarheim og eldrasambýli.
Hin er frá Gunvør Balle til Bjørn Kalsø, landsstýrismann viðvíkjandi Marknagilsdeplinum.
Triðja málið á skránni eru munnligir fyrispuringar.