Uni Holm Johannesen, varalimur, Karlot Hergeirsson, nevndarlimur, Eyðdis Hartmann Niclasen, nevndarlimur, Bjørt Samuelsen, forkvinna, Jenis av Rana, næstformaður og Jørgen Niclasen, varalimur.

Javnstøða og framtíðarvánir hjá ungum í útnorði

Útnorðurráðið heldur í hesum døgum 41. ársfund ráðsins í Ilulissat í Grønlandi. 

Uni Holm Johannesen, varalimur, Karlot Hergeirsson, nevndarlimur, Eyðdis Hartmann Niclasen, nevndarlimur, Bjørt Samuelsen, forkvinna, Jenis av Rana, næstformaður og Jørgen Niclasen, varalimur.

Á skrá fyri ársfundin hesaferð eru evnini javnstøða í útnorðri og framtíðarvánir fyri ung í útnorði. Harumframt viðgerð ráðið onnur viðkomandi evni, herímillum leiklutin hjá Útnorðurráðnum í altjóða samstarvi.

 

Í røðu sínari nam nevndarlimur í Ungdommens Nordiske Råd, Birgir Ferjá Heldarskarð, við teir trupulleikar, ið øll trý londini í útnorði dragast við: stóra fráflyting, manglandi tilflyting av ungfólki og vánaligar umstøður hjá ungum at seta búgv. 

 

Avbjóðingarnar við manglandi arbeiðsmegi og sosialum trupulleikum vóru eisini umrøddar á fundinum. Londini hava stórar avbjóðingar av eitt nú øktari fremmandari arbeiðsmegi, øktari fráflyting av ungum og sosialar trupulleikar ímillum ung. 

Londini í útnorði hava fleiri avbjóðingar í felag, og sendinevndirnar eru samdar um at neyðugt er við øktum samstarvi millum londini, soleiðis at til ber at læra av hvørjum øðrum. 

 

##med2##

Birgir Ferjá Heldarskarð, nevndarlimur í Ungdommens Nordiske Råd

 

Á ársfundinum hittast fólkavaldu limirnir í ráðnum. Ráðið er mannað av seks tinglimum úr hvørjum landi í útnorði, Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Harumframt luttaka politikkarar og gestir úr hinum Norðurlondunum. Á fundinum umrøður ráðið viðurskifti av áhuga fyri londini. 

 

Serstakt fyri ársfundin hesaferð er, at tað í ár eru liðin 40 ár, síðani Útnorðurráðið varð sett á stovn. Hetta varð hátíðarhildið á ársfundinum við einum jubileums-tiltaki. 

 

Á útnorðurdegnum 23. septembur verður eitt talgilt jubileumshefti givið út. Heftið inniheldur greinar, skrivaðar av núverandi og fyrrverandi limum í Útnorðurráðnum, eins og upplýsingar annars um Útnorðurráðið gjøgnum árini. 

 

Uni Holm Johannesen, varalimur, Karlot Hergeirsson, nevndarlimur, Eyðdis Hartmann Niclasen, nevndarlimur, Bjørt Samuelsen, forkvinna, Jenis av Rana, næstformaður og Jørgen Niclasen, varalimur.