Milliarderurin Elon Musk setur ein dempara á ætlanirnar um at stovna ein nýggjan politiskan flokk í USA.
Tað siga keldur, sum kenna til ætlanirnar hjá Musk við The Wall Street Journal.
Sambært keldunum hevur Musk sagt við fólk, sum eru honum nær, at hann fer at fokusera upp á fyritøkur sínar, og at hann er trekur at fara í stríð við valdsmiklar republikanarar við at stovna ein triðja flokk, sum kann draga veljarar frá Republikanska flokkinum.
Í juli segði Musk, at hann fór at stovna tað, sum hann kallaði Amerikaflokkin. Flokkurin skuldi umboða amerikanskar veljarar, sum eru ónøgdir við teir báðar stóru flokkarnar í USA, Republikanska flokkin og Demokratiska flokkin.
Musk, sum eisini er leiðari fyri elbilaframleiðaranum Tesla, hevur sambært keldunum lagt dent á at varðveita samband við amerikanska varaforsetan J.D.
Vance verður víða sæddur sum ein møguligur arvingur til politisku rørsluna Maga hjá amerikanska forsetanum Donald Trump.
Musk hevur varðveitt sambandið við Vance seinastu vikurnar, og hann hevur sagt við sínar starvsfelagar, at heldur hann fast við sína ambitión um at stovna ein politiskan flokk, fer hann at skaða sambandið við varaforsetan, siga keldurnar við The Wall Street Journal.
Musk og starvsfelagar hansara hava sagt við fólk, sum eru nær við Musk, at hann umhugsar at stuðla Vance fíggjarliga, um varaforsetin ger av at stilla upp til forsetavalið í 2028, siga nakrar av keldunum.
Tað er ikki greitt, hvussu nógv fólk The Wall Street Journal hevur tosað við.
Musk brúkti nærum 300 milliónir dollarar - næstan tvær milliardir krónur - til valstríðið hjá Trump herfyri.
Keldur, sum eru tætt við Musk, siga eisini, at hann ikki alment hevur útilokað at stovna ein nýggjan flokk og kann broyta hugsan, nú miðvalið, sum verður í 2026, nærkast.
Musk stóð á odda fyri stjórnarvirknaðardeildini hjá Trump (Doge), til hann fór úr stjórnini í mai.
Teir báðir vóru í almennum orðadrátti á sosialu miðlunum fyrst í juni, og settu fram ákærur og áskoðanir móti hvørjum øðrum á hvør sínum sosiala miðlapalli. Musk eigur X, og Trump hevur eisini sín egna sosiala miðlapall, Truth Social.
/Ritzau/