Vit høvdu góðar grundir til at flyta til Føroyar. Familjan hjá manninum var úr Klaksvík, og hetta var eitt gott høvi at læra tey betur at kenna. Og so kundi eg læra meg føroyskt, ein íløga fyri lívið, sum altíð kann koma væl við, tá eg skal imponera verpápan.
Tað vóru eisini praktiskar orsøkir fyri at koma. Við universitetsprógvunum høvdu vit pappír uppá, at vit dugdu at skriva greinar og taka myndir, men vit manglaðu profesionellar royndir. Og vit høvdu brúk fyri einum fríárið eftir strævnan lestur. Føroyar góvu okkum møguleika fyri báðum.
Eg hevði tó mínar egnu, romantisku orsøkir. Á myndum sóu Føroyar út til at vera villar og poetiskar, eins og vóru tær tiknar úr einum Lord of the Rings filmi. Mær dámdi eisini tankan at vera partur av einari fiskivinnumentan, sum í fleiri ættarlið hevði yvirlivað av ull, rabarbum og toski í harðbaldum veðri. Eg droymdi um síggja smaragdgrøn fjøll við lýsandi hvítum seyðaprikkum, droymdi um flenna í skellilátri saman við nýggjum vinum og undrast tá orð á einum nýggjum máli smoygdu sær úr munni mínum.
Nú tá eg havi búð her í fýra mánaðar eru myndirnar, sum eg hevði sett saman í huganum, pettaðar sundur av gerandisligum stúranum. Føroyar eru eitt vakurt land, men tær eru ikki fullkomnar.
Tríggir spurningar ganga aftur, tá bæði føroyingar og amerikanarar spyrja, hvussu tað er at búgva her. Orkar tú veðrið? Hvat heldur tú um grindadráp? Og er landið ikki ræðuliga lítið?
Og eg svari, at veturin er myrkur, men veðrið er loyndarfult og er við til at skapa vakurleikan hjá oyggjunum. Og so havi eg eisini frætt, at summar mánaðarnir eru tilsvarandi ljósir.
Grindadráp hevur ringt orð á sær altjóða, men eg síggi tað sum ein burðardyggan, aldargamlan sið.
Fólkatalið undrar meg, tá eg hugsi um, at hetta er eitt heilt land við egnari stjórn og vælskipaðum undirstøðukervi. Men eg vaks upp úti á landinum í USA, har nærmasta bygd hevði 200 íbúgvarar, og vit máttu koyra 45 minuttir bara fyri at keypa mat. At búgva í Klaksvík, har eg bara kann spáka til sjúkrahús, matvøruhandlar, blómuhandlar og bakarabúð kennist sum tað reina marglæti.
Meðan eg fái hesar tríggjar spurningarnar hvønn dag, so eru tað fá, sum hava spurt meg um tað, sum eg haldi hevur verið mest trupult við at búgva her: Tað at royna at gerast partur av einum samfelag við so tøttum familju- og sosialum bondum, og tað ikki at tosa málið.
Føroyingar hava kent hvønn annan í áratíggjur, og vinabond varða mangan frá barndómi til elliár. Títt umdømi er myndað ikki bara av tí, sum tú sjálvur gert, men eisini av tí sum fólk halda um foreldur tíni og ommur og abbar tínar. Hesin samanhangur ger Føroyar til eitt trygt og ríkt samfelag, men tað ger tað eisini torført fyri onnur at koma til.
Í USA er tað vanligt at flyta skúlar og statir; og samfeløg og bólkar eru opin fyri nýkomnum fólki. Her undrar tað meg framvegis, at so at siga eingin tosar við meg, tá eg eri á veitslum við nógvum fólkum. Um onkur heilsar upp á meg, so siga tey sjálvdan hvørji tey eru. Og so má eg minna meg á, at øll hini í veitsluni kenna hvønn annan. Tað eri bara eg, sum eri uttanfyri.
Vit hava tíbetur havt familju, sum hevur hjálpt okkum og vit eru komin at kenna nógv fantastisk fólk, og stórsta avbjóðingin hevur sostatt verið at læra málið.
Fyri nøkrum vikum síðani spurdi ein føroyskur vinur meg álvarsliga, um eg veruliga bara dugdi eitt mál. Hvussu fært tú liva soleiðis, spurdi hon. Eg veit ikki, men ein stórur partur av mínum landsmonnum og –kvinnum eru einmælt eins og eg. Eg havi ikki týskt at hjálpa mær við føroyskari mállæru, eg dugi ikki danskt, sum kundi hjálpt mær við orðatilfarinum, og tað hjálpir mær ikki serliga nógv, at eg dugi at telja upp til 10 á sponskum.
Við hjálp frá føroyskum barnabókum (Fyrstu Hundrað Orðini er mín yndisbók) havi eg kastað meg út í at læra føroyskt. Í fleiri mánaðar hevur mítt samskifti verið avmarkað til ymiskt fitt og fólkaligt, við “túsund takk fyri” sum mest brúkta setning. Men eftir at eg nú í meira enn ein mánað havi arbeitt í sparikassa, er málsliga vitanin stigvíst økt, tí nú møti eg málinum alla tíðina.
Við mínum nýggja orðtilfari sum »pengar«, »telja« og »flyta«, ljóði eg mangan sum eitt fýra ára gamalt barn, sum telur innihaldið í sínum fyrsta sprarigrísi. Í seinastu viku segði eg við onkran “Tú dugir ikki at tosa føroyskt”, tá ið eg ætlaði at siga, at eg ikki dugi føroyskt. Síðani, tá onkur segði, at eg sá gott út, nikkaði eg óført, tí eg helt tey spurdu, um eg hevði tað gott.
Hóast slík mistøk fáa meg at halda, at eg ongantíð læri hetta málið, so eru eisini smáir sigrar. Eg skilji nú smá brot av útvarpstíðindunum og fangi pettir av samtalum um veður ella vikuskiftisætlanir. Og eg rokni við, at so leingi sum føroyingar halda meg út, verði eg verandi og njóti smaragdgrønu fjøllini við hvítu seyðaprikkunum og skelliláturin saman við nýggjum vinum.