Munandi ábøtur gjørdar á svimjihylin á Toftum

Miðskeiðis í november síðsta ár varð svimjihylurin á Toftum latin aftur. Nú verður hylurin latin upp aftur seinni í hesi vikuni.

Hósdagin hin 22. februar verður latið upp aftur fyri almennari svimjing á Toftum.

 

Í samband við, at stovan til alis- evnafrøði í Tofta skúla verður umbygd, gjørdist neyðugt at lata svimjihylin í skúlanum aftur miðskeiðis í november.

 

- Samstundis eru munandi ábøtur gjørdar á sjálvan svimjihylin, og tað eru Flísamúrarin og Univice, sum hava staðið fyri hesum arbeiði.

 

Í Nes kommunu vita tey í dag at siga, at nú er hetta arbeiðið liðugt, og almenna svimjingin í Tofta skúla byrjar aftur hósdagin 22. februar.