Mugu velja hvørjar viðgerðir sjúklingar skulu fáa uttanlands

Bill Justinussen fer nú at leggja uppskot fyri tingið um, hvørjar viðgerðir, tað skal bera til hjá føroyingum at fáa uttanlands. Vit noyðast at velja og vraka, sigur hann

Sjúkraviðgerð uttanlands

?Hvørjar viðgerðir skal at bera til hjá føroyskum sjúklingum at fáa uttanlands og hvørjar skal tað ikki bera til at fáa.
Hetta er ein álvarsligur spurningur, sum Løgtingið skal taka støðu til í næstum.
Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at hann arbeiðir við einum uppskoti, sum skal leggjast fyri tingið um, hvørjar tænastur vit skulu veita føroyingum á hesum øki í framtíðini.
Játtanin til serviðgerð uttanlands er økt ómetaliga nógv seinastu árini.
Í fjør vóru játtaðar 60 milliónir til serviðgerð uttanlands, men tað vórðu brúktar 72 milliónir. Í ár eru játtaðar 70 milliónir, men vit fara at brúka 80 milliónir.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár, eru 70 milliónir settar av til serviðgerð uttanlands og eftir øllum at døma vita vit longu nú, at tað fer verri enn so at strekkja til.
Men Bill Justinussen sigur, at orøkin til, at 70 milliónir eru settar av, eru tí, at ætlanin er at taka ítøkilig stig til at forða fyri, at hendan játtanin skal veksa alt ov nógv.
Hann sigur, at tí fer hann at leggja uppskot fyri tingið um at lóggeva, hvørjar tænastur, vit skulu veita føroyingum á hesum øki, framyvir.

Sjúkur og vælferðartilboð
Hann sigur, at ein stórur partur av játtanini verður brúkt tilveruliga sjúkuviðgerð uttanlands.
? Men tað er eisini ein partur av játtanini, sum verður brúkt til endamál, sum ikki eru beinleiðis sjúkur. Eitt nú eru tað føroysk hjún, sum verða send uttanlands at fáa viðgerð fyri barnloysi.
?Hetta er ein tænasta, sum samfelagið betalir, eins og danska samfelagið betalir til at viðgerða donsk hjún fyri barnloysi.
Hinvegin betalir norska samfelagið ikki fyri eina slíka vælferðartænastu, hóast Noreg er eitt vælferðarsamfelag, tí norsk hjún, sum vilja hava serliga viðgerð fyri at fáa børn, mugu gjalda tað sjálvi.
Bill Justinussen sigur, at tað ber til at fáa eitt hav av viðgerðum uttanlands, bara goldið verður fyri tað. Talan er bæði um viðgerð fyri beinleiðis sjúkur, men tað eru talan um ymisk vælferðartilboð og útboðið av viðgerðum veksur í hvørjum.
Men samstundis veitir Bill Justinussen trygd fyri, at tey, sum hava tørv á viðgerð fyri sjúkur skulu altíð takast framum og hann sigur, at hann kann veita vissu fyri, at tann parturin av tænastum uttanlands verður ikki raktur.
?At viðgerða fyri sjúkur er fremsta uppgávan hjá heilsuverkinum og vit mugu ansa eftir, at sjúkuviðgerð ikki noyðist at víkja fyri ymsum vælferðartilboðum, sigur hann.
?Men sjálvandi kunnu vit koma í tað støðu, at tað onkustaðni finst ein ómetaliga dýr viðgerð fyri onkra ávísa sjúku. Hvussu víkir og vendir, og hvussu kensluleyst tað ljóðar, mugu vit í slíkum førum taka støðu til, um samfelagið skal betala fyri tað ella ikki.
? Hetta er ein ómetaliga eymur spurningur, sum krevur nógva viðgerð, men sum vit ikki sleppa undan.
Eitt annað dømi hann nevnir, er, at vit brúka stórar upphæddir uppá at bjarga børnum, sum eru fødd alt ov tíðliga samstundis sum vit ikki himprast við at taka fostur og tað heldur hann eisini er ein spurningur, vit eiga at viðgerða, saman við nógvum øðrum málum og ikki minst eru teir siðsemiligu spurningarnir stórur í hesum.
? Ein spurningur, vit mugu viðgerða, er, nær vit koma skapanarverkinum ov nær, heldur hann. Eitt nú kunnu vit koma í ta støðu, at tøknin batnar so at børn, sum verða fødd og tíðliga, og sum vit royna at bjarga, verða yngri og yngri og at tað bara styttist ímillum markið fyri, nær vit taka fostur og nær vit royna at bara ov tíðliga føddum børnum.