Mugu tola at menn eru tendraðir í einari steypafinalu

(FM1) Ítróttarskrivarin hjá bolt.fo og nordlysid.fo er ikki tann sum vil lasta B36 og HB leikarunum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av samrøðuni Tróndur Arge hevði við Jákup Ósá, ítróttarskrivara hjá bolt.fo og nordlysid.fo norðuri í Klaksvík ígjár, har steypafinalan millum B36 og HB var umrødd.

 

Jákup Ósá undirstrikar, at hann er hart ímóti valdsgerðum, men hann vil ikki lasta B36 og HB leikararnar fyri at verða tendraðir til eina steypafinalu og grannauppgerð, og hann heldur, at teir sum spæla í einum slíkum dysti eiga at fáa ein hampuliga langan snór, har roynt verður at vinna steypið heim.

 

Tróndur Arge og Jákup Ósá umrøddu eisini leikliga avrikið hjá báðum finaluliðunum farna leygarkvøld á Tórsvølli. 

 

HERber til at hoyra partin av samrøðuni, har Tróndur Arge og Jákup Ósá umrøða landsliðsúttøkuna og komandi Nations League kappingina.