Mugu spara á Sandi

Á bygdarráðsfundi hjá Sands Kommunu mánadagin varð uppskot til fíggjarætlan fyri 2009 á skránni.

Hædd er tikin fyri skattaprosentum og inntøkum til eina ætlan fyri 2009, nú útlitini síggja ikki so bjørt út í landinum og nærum øllum heiminum, skrivar bkv.fo. Harumframt við barnafrádráttinum kr. 6.000,00. Ásannað verður, at búskaparligu útlitini fyri komandi árini ikki eru av teimum bestu, og tað verður annars ein rættiliga stór avbjóðing fyri eitt komandi kommunustýri. Uppskot til fíggjarætlan 2009 skal viðgerast á einum øðrum fundi til endalig støðutakan.