Mugu leggja nýggja ætlan fyri Eysturoyartunnilin

- Tað er ikki undirtøka í Løgtinginum fyri nøkrum av uppskotunum um Eysturoyartunnilin og tí mugu vit leggja eina nýggja ætlan.

 

Tað er niðurstøðan hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, nú í morgun.

 

Hann hevur fylgt við kjakinum seinastu tíðina og hann sigur, at vit mugu síggja politiska veruleikan í eyguni.

 

- Og politiski veruleikin er, at tað er ikki politisk undirtøka fyri nøkrum av uppskotunum, sum liggja í Løgtinginum í dag um Eysturoyartunnil.

 

Hann sigur, at tískil verður neyðugt at leggja ein nýggjan leist fyri, hvussu verkætlanin kann fremjast.       

 

Tað arbeiðið fer hann í holt við nú.

 

Men hann dugir at síggja, at allarhelst verður neyðugt við einum samstarvi ímillum samgonguna og andstøðuna fyri at finna eina semju, sum heldur.

Annars klára vit neyvan at loysa uppgávuna, staðfestir hann.

 

Hann sigur, at samgongufundur verður í morgin og tá fáa vit greiði á, hvar samgongan stendur í hesum máli.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at eftir samgongufundin fer hann at bjóða øllum flokkum til samstarv um ein Eysturoyartunnil.

 

- Spurningurin er um tað ber til at samansjóða tey uppskotini, sum eru, til eina felags verkætlan, sum allir flokkar kunnu taka undir við.

 

Men hann vil ikki læsa seg fastan í nakra ávísa ætlan.

 

- Men eg vænti ikki, at vit megna at loysa uppgávuna, uttan við samstarvi ímillum andstøðuna og samgonguna, sigur løgmaður.

 

Kortini viðgongur hann, at uppskotið hjá Poul Michelsen er eitt áhugavert útgangsstøði, tí tað blandar ikki Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin saman.

 

Hinvegin væntar løgmaður, at tað verður neyðugt at finna eina loysn, har bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru við so ella so.

 

 Spurningurin er so um verkætlænirnar skulu samansjóðast, ella um málini skulu loysast hvør sær.

 

Løgmaður sær fyri sær, at ein verkætlanarbólkur við umboðum úr øllum flokkum verður settur at viðgera spurningin um Eysturoyartunnilin.

 

Frammanundan situr ein bólkur og viðgerð undirsjóvartunnil í Sandoy og Suðuroy, ella Suðurleiðina, sum tey nevna tað.

 

Ein spurningur er um ein bólkur skal setast at finna eina felags loysn fyri Eysturoyartunnilin og Suðurleiðina, sigur løgmaður.

 

Hann leggur afturat, at tað er neyðugt, at bæði búskaparlig og teknisk serfrøði er við arbeiðnum, so at eingin sum helst ivi er um at øll búskaparlig og teknisk sjónarmið eru við fyri at fáa trygd fyri, hvør loysn gagnar samfelagnum best.