Mugu læra av hesum mistøkunum

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Viljorm Davidsen aftaná 0-2 tapið hjá Føroyum ímóti Kosovo

Vit mugu læra av hesum mistøkunum, og vit koma sterkt aftur. Hetta lyftið gevur Viljormur Davidsen vegna seg sjálvan og liðfelagarnar á føroyska landsliðnum aftaná 0-2 tapið ímóti Kosovo í útidystinum í Nations League kappingini í Pristina í kvøld.

 

Viljormur Davidsen viðgongur, at tað sá ikki gott út leikliga hjá føroyska liðnum, men hann heldur, at verjan stóð seg væl í fyrra hálvleiki, men so var ein dýr løta tíðliga í seinna hálvleiki har Kosovo fekk tvey mál.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Viljorm Davidsen beinleiðis á FM1 fyrr í kvøld.