Mugu hækka gjaldið so nógv at tað merkist

Tað er betri, at farloyvið hjá foreldrunum verður stytt heldur enn at gjaldið verður óbroytt

Hámarkið fyri gjaldi úr barsilsskipanini eigur at verða hækkað. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Og fyri arbeiðsgevararnar hevur tað so stóran týdning at gjaldið verður hækkað at tey mæla heldur til, at barnsburðarfarloyvið verður stytt, enn at gjaldið verður óbroytt.

 

Tað mesta, nýklakt foreldur kunnu fáa úr barsilsskipanini, eru 25.000 krónur um mánaðin. Og gjaldið hevur staðið í stað síðani 2004. Í 2004 var hámarkið upp á 25.000 krónur um mánaðan tað sama sum 143 prosent av eini arbeiðaraløn. Í dag er hámarkið umleið tað sama sum ein løn hjá einum arbeiðara við trý ára royndum.

 

– Hetta merkir so, at tað er ein nógv størri partur av foreldrunum, sum mugu niður í løn tá ið tey skulu í barsilsfarloyvi. Tí eigur hámarkið at verða hækkað so at tað svarar betri til lønarlagið í samfelagnum nú. Ein máti at fíggja broytingina upp á, er at stytta tíðina, foreldur kunnu fáa gjald úr barsilsskipanini, siga arbeiðsgevararnir.

 

Arbeiðsgevararnir siga, at ein kanning vísir, at í miðal fara kvinnur, sum fara í barsilsfaroyvi, ein góðan triðing niður í løn, tá tær eiga fyrsta barnið - men hetta er ein varandi støða, eisini nógv ár aftaná tær hava átt fyrsta barnið.

 

Lønin hjá monnunum verður ikki á sama hátt ávirkað av at gerast pápi, tí tað er ein sannroynd, at kvinnurnar taka nógv tann størsta partin av barslinum. Kvinnurnar eru sostatt nógv meiri burtur frá arbeiðsmarknaðinum enn menninir eru - og tað er í einum aldri, har grundarlagið fyri yrkisleiðina verður lagt. Og so hvørt sum barsilstíðarskeiðið er longt, so tað nú er eitt ár fyri hvørt barnið, fær hesin ójavnin alsamt avleiðingar fyri starvsleiðina og lønina hjá kvinnunum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at ein grund til, at menn taka so lítlan part av barnsburðarfarloyvinum, er, at gjaldið úr barsilsskipanini er ov lágt. Í miðal hava menn eina hægri løn enn kvinnur, og tí verður inntøkumissurin hjá einari familju minni, tá ið kvinnan fer í barnsburðarfarloyvið.