Mugu fáa reglurnar upp á pláss

Formaðurin í FSF sigur enn ikki kunna siga nakað ítøkiligt um ella hvussu FSF fer at stuðla einari møguligari fótbóltshøll

Fótbóltshøll

»Dreymurin er ein fótbóltshøll«
Hetta var yvirskriftin her á síðunum, tá Dánjal Andreasen fyri nú skjótt tveimum árum síðani setti seg í formansstólin hjá Fótbóltssambandinum. Sjálvur segði Dánjal ta ferðina, at hann helt tað vera alneyðugt við eini fótbóltshøll, skuldi føroyskur fótbóltur mennast munanndi í mun til støðuna í dag, og nú vit skriva heystið 2003, er hetta sjónarmiðið ikki broytt nevnivert.

Tá tosið verður bent inn á ítøkiligu ætlanirnar um eina høll á Lambareiði, tykist føroyski fótbóltsbossurin tó eitt sindur meira varin.
- Enn er tað í øllum førum alt ov tíðliga hjá mær at fara at siga nakað vegna Fótbóltssambandið í so máta. Eg havi hoyrt okkurt graml um hesa høllina, men nakað konkret havi eg so ikki sæð enn. Men talan skal eftir øllum at døma vera um pengar úr HatTrick-grunninum hjá UEFA, og enn vita vit ikki heilt neyvt, hvat hetta inniber, sigur hann.
- Sum eg havi skilt tað, so kunnu vit rokna við, at UEFA yvir eitt fýra ára skeið játtar okkum 12 mió kr., men tað fylgja so eisini treytir við, hvussu hesar pengar verða nýttir.
- Fyrst og fremst, so mugu vit sjálvir gera okkum greitt, hvussu vit ætla at umsita pengarnar. Her hava vit so ikki havt nakran fund enn, men tað verður væntandi soleiðis, at nevndin innan alt ov langa tíð setir sær ein dag av, har vit burturav fara at viðgera hetta málið. Har skal so støða takast til, undir hvørjum formi vit fara inn í verkætlanir. Um talan verður um at veita lán ella stuðul, hvørjar treytir vit seta til eigaraskap og ymisk onnur viðurskifti, sum vit vilja hava heilt greið, áðrenn vit fara í holt við nakra ætlan. Og hartil, so er tað eisini soleiðis, at um vit gera av at fara við í eini slíkari, so skal einstaka verkætlanin eisini góðkennast av UEFA, sigur Dánjal. Andreasen

Spurdur, hvørt tað møguliga verður soleiðis, at FSF fer at nýta alla puljuna til eina høll, soleiðis at hendan kann vera so fíggjarliga trygg sum gjørligt, sigur formaðurin, at tað so eisini er nakað, sum støða skal takast til.
- Men tað er so eisini greitt, at alt hetta eisini má verða gjørt í tráð við tað, sum feløgini ynskja. Nú hava vit so ikki gjørt nakrar reglur enn, men hóast tað kanska er so, at nevndin einsamøll kundi gjørt hesar, so sigur tað seg sjálvt, at feløgini skulu hava avgerandi orðið. Tað eru jú tey, sum eiga Fótbóltssambandið, sigur hann.
- Og so er tað jú eisini tað, at tað væl kann vera, at áhugi er frá fleiri síðum at gera slíka høll. Tað hevur jú fyri ikki so langari tíð síðani verið tosað um eina høll í Sundalagnum, og í Havn vilja tey nokk ikki vera aftan fyri, og alt hetta eru atlit, sum vit skulu taka við, tá vit fara at viðgera málið, sigur Dánjal Andreasen at enda.