Suðuroyarsiglingin og økismenning
? Tað er avgerðandi neyðugt, at tað nýggja suðuroyarskipið verður eitt framstig fyri Suðuroynna. At koma við einum skipi, sum líkist Smyrli, sum nú er, bara í eini betri útgávu, verður eitt stórt afturstig fyri Suðuroynna.
Tað sigur Bogi Mortensen, vinnulívsmaður í Suðuroynni. Men umframt at vera vinnulívsmaður, er hann eisini formaður í Økismenningarnevndini, sum Landsstýrið setti nakað síðani at kanna eftir, hvussu tey ymsu økini í landinum kunnu mennast, og, hvørjar fortreytir skulu lúkast, fyri at økini kunnu mennast.
Økismenning er eisini ein av teimum politisku setningunum, sum hendan samgongan setti sær í sjálvum samgonguskjalinum.
Álitið hjá nevndini er liðugt, og tað kemur út í næstu framtíð.
Nú Landsstýrið fyrsta dagin fer at taka avgerð um, hvussu tað nýggja suðuroyarskipið skal verða, hava vit spurt formannin í Økismenningarnevndini, hvørji krøv, hann heldur, at tað nýggja skipið skal lúka, útfrá einum økismenningarligum sjónarmiði.
Kapasitetur og títtleiki
Bogi Mortensen staðfestir, at tá ið landsstýrið nú fer at taka avgerð um nýggja Smyril, verður tað ein avgerð, sum fær ómetaligan, fyri ikki at siga altavgerandi, týdning fyri Suðuroynna.
Hann sigur, at tað, sum hevur avgerandi týdning fyri Suðuroynna, er, at kapasiteturin og títtleikin er á nóg høgum støði.
?Út frá einum økismenningarligum sjónarmiði er títtlekkin og kapasiteturin í ferðasambandinum altavgerandi.
Bogi Mortensen sigur, at hvat Suðuroynni viðvíkur, eru hesi viðurskiftini eru ikki nøktandi, sum er.
? At skipið siglur so sjálvdan, sum tað ger, skapar eisini ein kapasitettrupulleika.
Hann skoytir uppí, at sum er, noyðast suðuroyingar í ein mun at leggja fiskaarbeiðið á landi til rættis eftir ferðaætlanini hjá Smyrli, heldur enn eftir, hvat hevði loyst seg best vinnuliga. Hetta eru viðurskifti, sum tað ikki er neyðugt at hugsa um aðrastaðni í landinum. Eitt nú skal fiskur flytast suður av uppboðssøluni og partvís skulu eisini slógvbingjur flytast suður og tað gongur ikki altíð eftir vild, tí at kapasiteturin er ov lí til.
? Eitt nú er tað ógvuliga trupult hjá virkjum í Suðuroynni at keypa fisk á uppboððsølu, ella av landingarmiðstøð seinnapartar, og fáa hann suður sama dag. Vandi er fyri, at hann ikki fæst suður, fyrrenn kvøldið eftir, tvs, at tað ber ikki til at virka hann, fyrrenn annan dagin eftir, at hann er keyptur, og tað er ikki nøktandi.
Hevði skipið hinvegin siglt oftari, hevði tað loyst tann trupulleikan.
Men Bogi Mortensen sigur eisini, at tað er heilt avgerandi fyri at menna vinnulívið í Suðuroynni og fyri menningin av oynni, sum heild, at samband er oftari við meginøkið.
Hinvegin hevur hann ikki gjørt sær metingar um, hvussu stórur títtleikin skal vera, ella, hvat tað krevur av íløgum.
?Tað einasta, vit hava gjørt í økismenningarálitinum, er at staðfesta nøkur viðurskifti, sum hava týdning fyri at menna økini.
Títtlekin hevur ikki bara týdning fyri vinnuna, hann hevur eisini avgerandi týdning fyri trivnaðin og menningina í oynni.
? Tað skapar ikki trivna, at tað mangan kostar 15-16 tímar hjá einum suðuroyingi at gera eini ørindi í Havn.
? Men hetta gongur eisini báðar vegir. Tað er eisini sera trupult hjá fólki norðanfjørðs at gera ørindi í Suðuroy. Tað kostar sum oftast eisini eina gisting og tað er heldur ikki nøktandi.
At ferðasambandið er so vánaligt, ger tað eisini sera trupult hjá vinnulívinum í Suðuroynni at kappast við vinnuna í restini av landinum um arbeiði aðrastaðni í Føroyum, enn í Suðuroynni.
? Fyri ferðavinnuna í Suðuroynni hevur tað eisini stóran týdning, at ferðasambandið er gott. Tað hava vit fordømi um. Vit sóu týdningin av tí tað árið, Norrøna sigldi fyri Smyril, ímeðan hann var í dokk. Tá vaks ferðafólkatalið munandi.
? Avleiðingarnar av einum vánaligum sambandi sóu vit hinvegin í fjør, tá ið Claymore sigldi, tí tá fall ferðafólkatalið á Suðuroyarleiðini munandi, og fleiri ferðir vórðu stór tiltøk í Suðuroynni avlýst. Orøskin til hetta var, at tá ið Norrøna sigldi, var talan um eina skjótari og betri ferð. Men tá ið Claymore sigldi, var talan um eina longri og verri ferð.
Bogi Mortensen sigur, at tað er onki at ivast í, at batnar ferðasambandið, førir tað eisini eitt ferðslulop við sær.
Má sigla skjótari
Bogi Mortensen leggur tí dent á, at nú nýtt suðuroyarskip skal útvegast, er tað heilt avgerðandi, at talan verður um eitt skip, sum veruliga lyftir ferðasambandi upp á eitt annað støði, og sum flytir Suðuroynna fram í tíðina.
? Smyril, sum er, kann sigla 19 míl. Er tað so nakað framstig at koma við einum nýggjum skipi, sum eisini siglur 19 míl?
? Nei, at koma við eitt sama slag skip, sum Smyril, ið nú er, bara í einum nýggjari útgávu, gevur slett onga meining. Tað skal ein betri loysn til fyri at skapa menning og trivna í Suðuroynni.
Eftir tí, sum er komið fram, er munurin á skipunum, sum sigla 19 míl og tí, sum siglur 21 míl, einar 25-30 milliónir krónur?
? Tá ið nakað skal gerast, kemur tað alt ov ofta fyri, at hugsað verður ov nógv um at spara nakrar fáar krónur í sjálvari íløguni, heldur enn at brúka tann pening, sum skal til, fyri at fáa eina betri tænastu og ein betri rakstri. At tosa um um 25-30 milliónir í eini íløgu, sum skal vara í 25-30 ár, er burturvið. Tá ið vit tosa um so so stórar upphæddir, sum tað her undir øllum umstøðum verður talan um, og tá ið vit tosa um eina íløgu, sum skal vara í so langa tíð, sum hendan, er tað heilt burturvið at hyggja so neyvt eftir sjálvum íløgukostnaðinum, sigur Bogi Mortensen.