Føroyska fíggjarlógin stríðist við eitt strukturelt hall. Hetta merkir í stuttum, at javnvág er ikki millum inntøkur og útreiðslur. Avlopið er ov lítið í góðum tíðum, og hallið ov stórt í ringum tíðum. Soleiðis koma vit yvir tíð at hava eitt konstant undirskot, sum ger, at tingini hanga ikki saman.
- Tí klárar fíggjarlógin ikki at bera útreiðslurnar í einum modernaðum samfelagi, og tað noyðast vit at gera nakað við longu í hesum valskeiðinum, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, sum hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu tað ber til, upp á sikt, at fáa betri javnvág millum inntøkur og útreiðslur á føroysku fíggjarlógini.
- Tað nyttar onki at taka 100 milliónir krónur her og 100 aðrar har. Vit noyðast at gera nakrar grundleggjandi broytingar, sum kunnu venda gongdini, so vit ikki skulu stríðast við eitt strukturelt hall, sum gravar okkum longri og longri niður, sigur Jóannes Eidesgaard.
Gamlar kreppuloysnir
Hann vísir eitt nú til eina rúgvu av automatiskum stuðulsskipanum, sum eru innbygdar í føroyskan búskap. Eisini skipanir, sum vórðu settar í verk sum kreppuloysnir, men sum kortini hava verið hangandi.
Men fíggjarmálaráðharrin er trekur at koma við ítøkiligum boðum upp á skipanir, sum áttu at verið tiknar burtur ella broyttar. Hann vil sostatt ikki siga, um talan møguliga kundi verið um skattalættan til sjómenn, studningin til handverkarar, sum arbeiða uttanlands ella rentustuðulin til sethúsaeigarar.
- Nei, eg havi ikki hug at koma við nøkrum ítøkiligum, tí eg havi ikki spælt út við tí fyri Landsstýrinum enn. Men tað er givið, at broytingar mugu til, sigur hann, og gloppar kortini dyrnar fyri onkrum, sum hann kundi hugsað sær at broytt.
Rík mugu rinda sjálvi
Her sipar hann til, at tørvur er á at gjøgnumganga allan tann almenna sektorin, har ov nógvur automattikkur er innbygdur. At koma við broytingum og reformum, so peningurin ikki bara streymar úr landskassanum, sum hann tekur til.
- Vit løgdu fyri við at kanna heilsuverkið í fjør og ætla at taka almannaverkið í ár. Til dømis mugu vit spyrja okkum sjálvi, um tað er nakar logikkur í, at ein borgari, sum hevur ráð til sjálvur at rinda fyri eitt hoyriapparat, skal hava tað ókeypis frá tí almenna. Kanska noyðast vit at siga, at veitingar frá tí almenna skulu vera meira treytaðar av inntøkuni hjá fólki, sigur Jóannes Eidesgaard.
Og tey, sum hava fylgt við í føroyskum politikki, hoyra nú, at hetta eru nýggir tónar frá einum javnaðarpolitikkara, í øllum førum í nýggjari tíð.
Men Jóannes Eidesgaard heldur avgjørt ikki, at hann gongur ímóti javnaðarhugsjónini, tá hann spælir út við inntøkureguleraðum almannaveitingum.
- Tað er tvørturímóti góður javnaðarpolitikkur at hjálpa teimum veiku væl og virðiliga, í staðin fyri at lyfta allari fjøldini eitt sindur upp frá, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.
Í hesum valskeiðnum
Tað er ongin loyna, at tað kann gerast drúgt at fremja grundleggjandi broytingar í føroyska samfelagnum. Hetta kenna vit eitt nú frá tilgongdini um kommusamanlegging og eftirlønarreformin, sum hava verið fleiri ár ávegis. Tí aftrar fíggjarmálaráðharrin seg eisini við at seta sær eitt mál fyri, nær arbeiðið við at endurskoða studningsskipanir hjá tí almenna skal verða liðugt.
- Hetta eru alt langsiktað mál, sum vit mugu arbeiða við í Landsstýrinum. Men eg miði eftir, at tað verður gjørt í hesum valskeiðnum, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.