53,1 prosent av danska fólkinum vendu fyrradagin donsku stjórnini og øllum teimum stóru flokkunum bakið. Bert 46,9 prosent vístu, at tey hava álit á kósini, sum stóru flokkarnir stungu út í kortið fyri nøkrum mánaðum síðani. Danmark skal sjálvt skipa síni gjaldoyra- og peningaviðurskifti, segði meirilutin.
Men hóast hetta so undurstrikaði Poul Nyrup Rasmussen, at avgerðin ikki merkir, at Danmark hevur vent Evropa bakið.
- Vit hava ikki sagt nei til evropeiska samstarvið í dag, segði forsætisráðharrin.
Hann rætti samstundis hondina út til hinar flokkarnar um eitt betri samstarv um evropapolitkkin í framtíðini. Poul Nyrup Rasmussen ásannaði, at tað ikki er nøktandi, at fólkið stendur so spjatt í sínum sjónarmiðum um evropapolitikkin.
Og hesum eru hinir flokkarnir samdir við honum í. Nei-síðan hartaði ja-síðuna fyri at ganga einagongd og ikki hyggja eftir, hvørji veruligu ynskini hjá fólkinum eru.
- Hetta er ikki eitt nei til Evropa. Hetta eru eini boð frá fólkinum til donsku stjórnina og stjórnirnar í hinum ES-londunum um, at fólkið vil hava ávirkan á gongdina, segði stóri sigursharrin, Holger K. Nielsen, tá ið hann sigurssælur kom inn á Christiansborg fyrradagin.
Vinstra og socialdemokratarnir eru samdir um, at Danmark í framtíðini skal arbeiða fyri at fáa eitt greiðari uppgávubýti í ES. Hvat skal ES ráða yvir, og hvat skulu einstøku londini ráða yvir.
- Tað er greitt, at fólkið hevur lagt dent á, at vit finna eitt greitt uppgávubýti, og tað fara vit so at arbeiða fyri, segði Poul Nyrup Rasmussen, sum samstundis tók á seg høvuðsábyrgdina fyri, at evran varð vrakað av fólkinum.