Mugabe hvassorðaður

Zimvabwiski forsetin er ikki bangin fyri at brúka heldur hvast orðalag um útlendsk umboðsfólk Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, er ikki tann, sum altíð vandar sær so væl um orðini, og táð gjørdi hann heldur ikki, tá hann nú um dagarnar tosaði um Afrika-sendimannin hjá ST, amerikanaran Johnnie Carson. Sambært Mugabe er hann býttlingur.

Mugabe vil vera við, at ST-sendimaðurin er nasadjarvur, tí hann heldur seg hava rætt og førleika til at siga afrikonsku leiðarunum, hvussu teir skulu stýra sínum londum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Mugabe sigur sína hjartans hugsan um umboð hjá ST. Sendikvinnuna Jendavi Frazer kallaði hann ?eina amerikanska teys, sum ferðast kring heimin sum ein skøkja.?