Egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, segði í kvøld, at hann er til reiðar at fara úr embætinum, men at hyann er bangin fyri, at alt endar í ruðuleika, um hann fer frá nú. Tað segði hann í samrøðu við kendu amerikonsku sjónvarpskvinuna Christiane Amanpour.
Í samrøðuni segði Mubarak, at hann er troyttur av forsetaembætinum, og at hann vildi lagt frá sær beinanvegin.
-Men eg kvíði fyri, at so endar alt í ruðuleika, segði tann 82 ára gamli forsetin.
Mótmælini í Egyptalandi hava verið friðarlig, men í gjár brustu bardagar á millum mótmælisfólk og viðhaldsfólk hjá Mubarak. Í samrøðuni í kvøld harmaðist forsetin harðskapin, og hann avsannaði tíðindi um, at myndugleikarnir skipaðu fyri harðskapinum.
-Eg eri sera misnøgdur við tað, sum hendi í gjár. Eg vil ikki hava egyptar at berjast ímóti hvør øðrum, segði Mubarak.