Mubarak gevst ikki so

Hóast hann er vorðin 82 ára gamal, hevur egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, ongar ætlanir um at fara úr embætinum, sum hann hevur røkt í næstan 30 ár. Ein talsmaður fyri flokkin hjá forsetanum segði í gjár, at Hosni Mubarak verður valevni hjá flokkinum, tá forsetaval verður næsta ár. Tað merkir, at Mubarak heldur fram.

Tað hevur ljóðað, at Hosni Mubarak ætlaði sær at gevast nú, at at 46 ára gamli sonur hansara, Gamal Mubarak, skuldi taka við. Sonurin er komin upp á næstovastu rók í stjórnarflokkinum, og tað tulka eygleiðarar sum eitt greitt tekin um, at hann fyrireikar seg til at taka við eftir pápan. Spurningurin er bara, nær tað verður.

Politiskir eygleiðarar hava leingi sett spurnartekin við forseta- og tjóðartingsvalini í Egyptalandi. Myndugleikarnir hava eisini sýtt fyri at lata altjóða eygleiðarar fylgja valunum, tí eftir teirra tykki hevði tað verið brot á landsins fullveldi.