Mubarak aftur í fongsul

Í Egyptalandi hevur ríkisákærin gjørt av, at fyrrverandi forsetin Hosni Mubarak skal aftur í fongsul. Tað skriva egyptiskir fjølmiðlar í dag.

Mubarak varð fluttur á sjúkrahús í síðsta mánað, tí hann fekk brádliga álvarssamar trupulleikar við heilsuni. Eitt skifti ljóðaði, at hann var deyður, men tað bleiv avsannað seinni.

Hosni Mubarak er dømdur lívlangt fongsul fyri at hava givið trygdardeildunum boð um at skjóta eftir mótmælisfólki undir uppreistrinum, sum at enda noyddi hann at fara frá.