Mourinho vildi ikki verða venjari hjá United

Venjarin hjá Chelsea, Jose Mourinho sigur við kenda enska blaðið, The Guardian, at hann var millum tey heilt fáu, sum hevði kunnleika um, at Sir Alex Ferguson fór at leggja frá sær, sum venjari hjá Manchester United.

 

José Mourinho staðfestir, at hann og Alex Ferguson eru góðir vinmenn, og hava samskift nógv. Fyrr í ár slóg Mourinho fast yvirfyri Sir Alex, at tað kom ikki uppá tal hjá honum at yvirtaka venjarasætið hjá Manchester United. - Fekk eg boðið at verða venjari hjá Chelsea, so fór eg at takka nei til øll onnur tilboð, sigur José Mourinho við The Guardian.

 

- Eg var millum tey heilt fáu, sum høvdu kunnleika um framtíðarstøðuna hjá Sir Alex, og eg má viðganga, at tað var ein tung ábyrgd at goyma uppá slík stórtíðindi, at Sir Alex fór at leggja frá sær, sum venjari hjá Manchester United, sigur José Mourinho við The Guardian.