Síðani enska fótbóltslandsliðið tapti fyri Russlandi í farnu viku, hava fjølmiðlarnar róð fram undir, at venjarin Steve McLaren skal sekkjast. Síðani hevur verið spekulerað um, hvør ein møguligur avloysari skal verða, og ein av teimum, sum hevur verið nevndur, er Jose Mourinho, sum fyri kortum fór úr starvinum sum venjari hjá Chelsea. Men Mourinho sjálvur vil ikki hoyra talan um hetta.
- Eg kann ikki ímynda mær, at eg fari at venja nakað annað landslið enn tað portugisiska, sigur Jose Mourinho.