Mourinho vísti Onglandi aftur

- Eg sakni dystirnar hvønn dag gjøgnum jólini. Kanst tú ímynda tær, um eg var landsliðsvenjari? At spæla ein dyst um mánaðin? Tríggjar vikur uttan venjing?

Tá Steve McClaren var uppsagdur sum enskur landsliðsvenjari í november 2007, stóð tað Jose Mourinho í boði at taka við starvinum. Men tað vildi hann ikki. Tað avdúkar hann í enskum miðlum í dag.

- Eg var nær við at taka av tilboðnum, men ímyndaði mær síðan lívið sum landsliðsvenjari. Fínt íklæddur hvønn dag, skrivstovuarbeiði og ferðir á ymsar leikvallir. Tað má bíða í 15 ár, staðfestir Jose Mourinho.